Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður 06. mars 2021.
Fundurin verður talgildur og tey, sum skráseta seg til fundin, fáa atgongd.
Í ár skulu limir felagsins velja tveir nevndarlimir. Fimm limir hava bjóða seg fram.
Les hvat tey vilja við at trýsta á teirra navn:
Atkvøðugreiðslan fer fram talgilt, og verður “atkvøðuseðilin” sendur tær umvegis t-post. Ert tú limur, hevur tú valrætt. Tað er eisini har tú skal skráseta teg til aðalfundin.
Um tú ikki hevur fingið t-post frá J. Herluf Sørensen við leinki til atkvøðuskipanina, kann orsøkin vera, at tað er farið í “uønsket post/spam”, ella møguliga er tín t-postadressa ikki er rætt skrásett í okkara skipan. Dagfør tínar upplýsingar HER.
Seinasta freist at greiða atkvøðu er fríggjadagin 5. Mars kl. 12.00.