Ávísar ásetingar skulu vera fylgdar, fyri at ein áhugabólkur kann góðkennast av nevndini.

Ein bólkur skal skipast innan fakligu áhugamálini á námsfrøðiliga virksiøkinum.

Viðtøkur við endamálsorðing skulu gerast fyri bólkin.

Limalisti skal førast fyri bólkin, og minst 20 limir í Føroya Pedagogfelag skulu tekna seg sum limir.

Limagjald skal ásetast og er eitt minstamark á 50 kr. um hálvárið/100 kr. um árið. Tó kann krevjast meira.

Fakligur áhugabólkur skal skipa seg við forfólki, skrivara og kassameistara, sum hava raksturin av áhugabólkinum um hendi.

Á hvørjum ári, innan aðalfundin hjá Føroya Pedagogfelag, skal felagið fáa boð um hvør mannar nevndina í fakliga áhugabólkinum. Endamálsorðing og limalisti skal eisini leggjast við, við váttan um goldið limagjald (t.d. kontoavrit har tað greitt framgongur at limir hava goldið inn). Hetta verður brúkt til at meta um, um bólkurin er virkin og eigur lut í árligu játtanini frá felagnum.

Stutt frágreiðing um hvat er gjørt farna árið og framtíðarætlanir kunnu eisini leggjast við, tó er hetta ikki ein treyt.

Ikki er neyðugt, at bólkurin hittist “fysiskt”. Til ber tildømis at halda netfundir, skype, facebook ella líknandi.

Frymil til reglugerð er fylgjandi:

§ 1.            

Navn 

§2.                                                                                                                      

Endamál

§3.                                                                                                                       

Limir, inn- og útliman 

§4.                                                                                                                       

Limagjald

§5.                                                                                                                       

Atkvøðurættur

Atkvøðurætt hava allir limir, ið hava goldið limagjald til Føroya Pedagogfelag og <Navn áhugabólksins>                                                 

§ 6.

Nevndin

Nevndin í áhugabólkinum leiðir bólksins arbeiði.

Nevndin verður vald á aðalfundi hjá áhugabólkinum.

Nevndin hevur millum 3 og 5 limir

Nevndin skipar seg sjálv við formanni, kassameistara og skrivara á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin hjá áhugabólkinum.

Valskeiðið er 3 ár. 

§ 8.

Nevndarfundur

Nevndin hevur minst 2 fundir um árið, ella so ofta sum formaðurin, ella minst 2 nevndarlimir, halda tað vera neyðugt.

Gerðabók skal førast og undirskrivast av øllum nevndarlimum á fundi.

Nevndin er viðtøkufør, tá minst 3 limir eru á fundi. 

§ 9.

Aðalfundur hjá áhugabólkinum

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki hjá áhugabólkinum. Fundurin verður hildin um várið við minst 14 daga varskó.

Bert limir í áhugabólkinum hava atkvøðurætt.

Á aðalfundinum hevur hvør limur eina atkvøðu.

Á dagsskránni skulu vera hesi mál:

1) Val av fundarstjóra

2) Val av atkvøðuteljara

3) Góðkenning av dagsskránni

4) Frágreiðing formansins

5) Framløga av fíggjarætlan, roknskapi og áseting av limagjaldi

6) Val av nevndarlimum

7) Innkomin uppskot

8) Ymiskt

Broyting av viðtøkum fer fram á aðalfundi við vanligum meiriluta.

Uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi ein mánað áðrenn fundin. Uppskotini skulu vera skrivlig.

Øll mál verða samtykt við vanligum meiriluta av teim uppmøttu á aðalfundinum.

Viðtøkurnar koma í gildi, tá tær hava verið viðgjørdar og góðkendar í nevndini í Føroya Pedagogfelag.

§ 10.

Eykaaðalfundur

Boðað skal verða til eykaaðalfund, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt ella tá ið 25 % av limunum í áhugabólkinum skrivliga krevja tað.

Boðast skal frá við 7 daga freist.

§11.

Roknskapur og ársfrágreiðing

Roknskaparár áhugabólksins er álmanakkaárið.

Nevndin í áhugabólkinum skal syrgja fyri, at nágreiniligur roknskapur verður førdur yvir allar inntøkur og útreiðslur.

Áhugabólkurin skal senda roknskap og frágreiðing um virksemi til nevndina í felagnum 14 dagar innan aðalfundin hjá Føroya Pedagogfelag. Um eingin frágreiðing ella roknskapur fyriliggur er bólkurin at meta sum óvirkin.

§12.

Fíggjarlig ábyrgd

Føroya Pedagogfelag er fíggjarliga óheft av hesum áhugabólki, soleiðis, at einans áhugabólkurin sjálvur, við nevnd sínari, sambært viðtøkum bólksins ábyrgist fyri útreiðslum og møguligari skuld hjá bólkinum.

§ 13.

Avtøka

Áhugabólkurin kann ikki takast av uttan so, at 2/3 av limunum, ið møttir eru á aðalfundi atkvøða fyri avtøku.

Aðalfundurin og nevndin í Føroya Pedagogfelag gera í sambandi við avtøku av, hvat skal gerast við ognir áhugabólksins.

Ella um bólkurin hevur verið óvirkin í samfelt tvey ár.