Innrita
Tel 35 75 76

Vitanardepilin

X

Vitanardepilin


Mannagongdir í samband við keyp av bacheloruppgávum


Nevndin í Pedagogfelagnum hevur gjørt ein “Vitanardepil” til tess, at deila vitan um námsfrøði. Tú kanst nú selja Pedagogfelagnum rættin til at leggja tína bacheloruppgávu út á eimasíðu felagsins. Talan er um bacheloruppgávur, sum námsfrøðingar, ið hava staðið prógv, hava skrivað um føroysk viðurskifti.


Mannagongdir tá felagið keypir uppgávur: 

Umsókn við góðkendari uppgávu verður send umsitingini saman við prógvi á pedagog@pedagogfelag.fo 
Bert góðkendar uppgávur, sum ikki eru fevndar av trúnaði verða keyptar. 
Navn, bústaður, føðingardagur, telefonnummar og kontonummar verður upplýst í umsóknini.
Møguleiki er fyri at bjóða seg fram at halda fyrilestur ella temafund um evnið í uppávuni. 
Uppgávan verður løgd út á heimasíðuna undir snarslóðina “Vitanardepil”.

Kostnaður og útgjald: 

Pedagogfelagið letur 500 kr. fyri hvørja góðkenda uppgávu.
Aftur