Innrita
Tel 35 75 76

Ársaðalfundur felagsins verður á Hotel Føroyum tann 25. mars 2017.

X

Ársaðalfundur felagsins verður á Hotel Føroyum tann 25. mars 2017.

Minnist til at skráseta tykkum.

Dagurin byrjar við skráseting kl.09.00. Atkvøðuseðlar verða útflýggjað í skrásetingini.

09.00: Vælkomin, innskriving og morgunmatur.

09.30: Framløgur frá bólkunum sum hava arbeitt við at endurskoða bygnaðin.

12.45: Matarsteðgur

13.45: Aðalfundurin verður settur:

Aðalfundarskrá sambært lógum felagsins:

A. Val av fundarstjóra og skrivara

B. Ásetan av fundarskipan fyri aðalfundin

C. Frágreiðing frá nevndini til góðkenningar

D. Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar

E. Framløga av felagsins fíggjarætlan til kunningar

F. Viðgerð av ætlaða virksemi felagsins

G. Val av formanni triðja hvørt ár

H. Val av nevnd.

I. Val av eykalimum

J. Val av grannskoðarum

K. Viðgerð av innkomnum uppskotum og ásetan av limagjaldi

1. Uppskot um at limagjaldið verður 1,6%

L. Ymiskt

1. Endurskoðan av bygnaðinum, viðgerð av bólkaúrslitunum

2. Kjak: Hvussu ávirkar heitið innihaldið. Er heitið “Frítíðarskúli” eitt nøktandi heitið? 

Vit vilja heita á at taka hetta evnið upp til kjak á aðalfundinum undir evninum ymiskt.

Álitisfólkabólkurin fyri frítíðarskúlar og barna- og ungdómshús hava kjakast um at fáa broytt navnið “frítíðarskúlar”.

Vit halda tað verða óhóskandi og tað knýtir ávís virði og assosiatiónir at heitinum, ið vit ikki kennast við.

Vit vilja við navnabroytingini taka ognarlut í okkara arbeiði á hesum økinum, skapa innihald og seta orð á tey virði, ið vit halda verða umráðandi at arbeiða við.

Vinarliga 

Sunrid Johannesen, Miðstovnurin
Dagmar Clothier, Margarinfabrikkin
Anita Lisberg, Frítíðarskúlin við Løgmannabreyt
Dan Veihe, Frítíðarskúlin í Badmintonhøllin
Elin Wiberg, Frítíðarskúlin í Hørnabø
Anna Maria Samson, Frítíðarskúlin Smílibýlið

19.00: Døgurði

22/23.00: Dansur - Signar í Homrum 

02.00: Liðugt

Tilmelding, døgurði og gisting.

Kl.19.00 bjóðar felagið teimum, sum hava luttikið á aðalfundinum døgurða, og aftaná verður dansur. 

Neyðugt er at tekna seg til døgurðan.

Felagið heitir á øll, sum ætlað sær við til døgurðan, um at tekna seg og endiliga at siga okkum frá, um tað kortini ikki liggur fyri.

Tilmeldingin til aðalfundin er persónlig, og fer fram á heimasíðu felagsins www.pedagogfelag.fo.

Seinasta freist at tekna seg til aðalfundin er tann 17. mars kl. 14.00.

Limir, sum luttaka á aðalfundinum, kunnu leiga kamar á Hotel Føroyum ella Hotel Tórshavn fyri kr. 750 fyri eitt einkultkamar og kr. 900 fyri eitt dupult/twin kamar. Morgunmatur er við í prísinum.

Bílegging av kamari er beinleiðis á Hotel Føroyum á tlf. 317500.

Tilmeldingin, sum er persónlig, fer fram við at senda teldupost á pedagog@pedagogfelag.fo.  

Seinasta freist at tekna seg til aðalfundin er tann 17. mars kl.14.00. 

Vælkomin á aðalfund

Nevndin


Dagfesting

25.03.2017

Aftur