Innrita
Tel 35 75 76

Lions Quest Skeið

X

Lions Quest Skeið


FULT TEKNAÐ: Lions Quest - hugburður og atferð 

Í samstarvið við Lions felagsskapin skipað vit fyri skeið serliga ætlað námsfrøðingum, sum arbeiða í Frítíðarskúlum, virkishúsum, klubbum og fólkaskúlanum. 

Endamál: At geva luttakarum amboð at menna sosialar førleikar hjá hópinum og at varpa ljós á etisk virði

Innihald: Sosialir og siðfrøðiligir førleikar eru fortreytir fyri einum góðum lívi. Í einum demokratiskum samfelagi eru hesir førleikar eisini fortreytin fyri menning av einstaka næminginum - ikki minst í samspælinum við onnur. (aldursbólkar 6, 7, 8 og 9 ára gomul)

Hugburður og atferð leggur upp til at at læra einstaka barninum at hava meiningar og hugburð undir ábyrgd. Við nógvum undirvísingartilfari og ymiskum arbeiðshættum er skeiðið ætlað at gera námsfrøðingin føran fyri at taka sær av hesum týdningarmikla parti av uppgávuni.

Skeiðstilfarið er á føroyskum.

Skeiðssnið: Framløgur, venjingar og kjak. 

Undirvísing: Dorthe Kock Ahrenkiel, læraraútbúgving frá 1996, instruktørur i Holdning og Handling.

Meira at vita: Á http://www.holdningoghandling.dk/

Málbólkur: Námsfrøðingar í Frítíðarskúlum, námsfrøðiligir stuðlar í Fólkaskúlanum, virkishúsum og klubbum.

Tilmeldingarfreist: Rúm er fyri 35 luttakarum, fyrstu 35, sum tekna seg fáa pláss. Tekning við at senda teldupost til pedagog@pedagogfelag.fo.

Stað/tíð, talan er um dagsskeið:

FA, Tjarnardeild 9.
20. sep. 2017 - kl. 08.30-15.30

Kostnaður:

Skeiði er ókeypis fyri limir hjá Føroya Pedagogfelag.


Dagfesting

20.09.2017

Aftur