Innrita
Tel 35 75 76

Vælkomin í hópin

Vælkomin í hópin

Til allar ný útbúnu námsfrøðingar: ​

​Føroya Pedagogfelag ynskir tær hjartaliga til lukku við útbúgvingini.

Í hesum sambandi, vil felagið nýta høvið at bjóða tær og øllum hinum námsfrøðingunum, sum eru útbúgvin í 2017, til eina hugnaløtu og gjøgnumgongd av limaviðurskiftum. 

Tiltakið verður hósdagin tann 31. august, frá kl. 17.00 til uml. kl. 20.00. 

Vit hittast í hølunum hjá Pedagogfelagnum í Tungugøtu 1, í Tórshavn kl. 17.00. 

Nevndin og umboð fyri umsitingina verða við til tiltakið, har tað m.a. verður kunnað um lima og sáttmálaviðurskifti tykkara. 

Tiltakið er ókeypis.

Vinarliga boða frá luttøku við senda ein teldupost, við navni og føðidato, til

pedagog@pedagogfelag.fo í seinasta lagi mánadagin 28. August 2017. 

Pedagogfelagið gleðir seg til at hitta tykkum. 

Dagfesting

31.08.2017

Aftur