28. oktober í Hotel Hilton.

Við Niels Overgaard

Kendi danski fyrilestrarhaldarin, Niels Overgaard kemur at hava dagin við okkum. Hann er mest kendur fyri bókina ”Det hele handler ikke om dig” og ”Få styr på tingene og bliv mere effektiv”.

Kostnaðurin er 2.500,- kr. Íroknað prísin er, umframt fyrilestur við Niels Overgaard, allar máltíðir gjøgnum dagin og veitslumáltíð og undirhald á kvøldi. Skráseting til landsleiðaradagin er at finna niðast á hesari síðu

Tiltakið er fyri allar eindarleiðarar, leiðarar og varaleiðarar sum eru limir í Føroya Pedagogfelag.

Les meiri niðanfyri myndina.

Niels Overgaard lýsir seg sjálvan sum “gerandisstoikara” – og tað við góðari grund, tí hann er bestseljarahøvundur at tí ummælararóstu bókini, ”Det hele handler ikke om dig”, ið bjóðar lesaranum eina nútímans og jarðbundna tilgongd til forngriksku heimspekina.

Hann er útbúgvin blaðmaður og arbeiðir sum miðla- og samskiftisleiðari hjá Gyldendal, har hann eisini er partur av virkisleiðsluni. Niels Overgaard hevur í fleiri ár sitið í leiðslustørvum og hevur m.a. verið samskiftisleiðari hjá Corporates & Institutions í Danske Bank og leiðari fyri burðardygd í PFA.

”Det hele handler ikke om dig”

Í hesum hugkveikjandi fyrilestri fært tú við grundarlagi í bókini, ”Det hele handler ikke om dig”, eina nútímans og lættskiljandi tilgongd til meginreglurnar í stoiskari heimspeki.

Vesturheimurin hevur ongantíð havt betri vælferð, størri frælsi og frið. Hóast tað, benda hagtøl á, at fleiri fólk verða strongd, óttasligin og ónøgd. Í stremban okkara eftir sjálvsbúning í eini tilveru, har møguleikarnir eru óendaligir, er tað skjótt at missa kensluna av endamáli og meining.

Nútíðar leiðarar virka í eini verð, sum verður støðugt meira samansett, og sum støðugt broytist, og har starvsfólk ikki bara seta vaksandi krøv til løn fyri arbeiðsuppgávur, men eisini til tað at kenna meining við tí arbeiðinum, sum tey gera.

Í hesum tankavekjandi og skemtiliga fyrilestri hevur Niels Overgaard nøkur – viðhvørt provokerandi – svar til, hvussu vit kunnu skapa eitt javnari, frælsari og dygdarbetri lív. Við grundarlag í stórum stoiskum heimspekingum sum Seneca, Epiktet og Marcus Aurelius greiðir Niels Overgaard frá fimm jarðbundnum og ítøkiligum meginreglum, sum bæði kunnu brúkast í arbeiði og heima fyri at fáa frið í sinnið, frælsi og meining.

Tá ”Det hele handler ikke om dig” varð útgivin fyrst í 2020, fekk hon ummæli við seks stjørnum bæði í Berlingaranum og varð av Børsen tilnevnd at vera ársins besta bók um leiðslu.

Fyrilesturin fer at svara hesum spurningunum:

  • Hvussu fært tú frið í sinnið í einum heimi við nógvum trýsti og óendaligum møguleikum?
  • Hvussu kanst tú sum leiðari brúka fornar meginreglur til at skapa burðardygg og sterk úrslit?
  • Hvussu kann tilvitska um deyðan gera teg frælsan?
  • Fyrilesturin er ein áheitan á teg um at taka ábyrgd og gera tað besta fyri felagsskapin.

SKRÁ

09.00 – 09.45 innskriving og morgunmatur

09.50 – 10.00 Leiðararáðið bjóðar vælkomin

10.00 – 10.15 Theodor Eli Dam Olsen, prestur hugleiðir. ”Upp í lógvan av lívinum”.

10.15 – 12.15 fyrilestur við Niels Overgaard

12.15 – 13.15 miðmáli

13.15 – 14.15 framhald

14.15 – 14.45 kaffisteðgur

14.45 – 16.00 framhald

16.00 – 17.00 brúsandi fríggjadagur

17.00  –         døgurði.

Kamar á hotellinum?
(Skal gjaldast beinanveg og kemur aftirat kostnaðinum av Landsleiðaradegnum)

Bíleggið kamar fyri serprís við hesari leinkju: Hilton Event Email (eventsathilton.com)

Kostnaður: 2500 kr. fyri hvønn.

Seinasta freist: freistin at melda til er 3. oktober á miðnátt.