Um tú skal lima teg inn í Føroya Pedagogfelag ella broyta tínar upplýsingar, vinarliga fyll út í teigunum í oyðublaðnum niðanfyri.

Vit skulu minna á, at tað mest umráðandi við innlimanini er, at vit móttaka limagjald frá tínum arbeiðsgevara vegna teg. Limagjaldi er 1,6 % av lønini, ella í mesta lagi kr. 500,00 um mánaðin.

Les annars meira um innliman niðast á hesi síðuni.

Her kann tú lesa um okkara dátuverndarpolitikk.

GG: Limaskapurin kemur ikki í gildið, fyrr enn tú hevur goldið limagjald. Tú mást tí boða arbeiðsgevaranum frá, at tú ynskir at gjalda limagjald til Føroya Pedagogfelag.

úr §3 og §4 í lógum felagsins:

Rætt til vanligan limaskap hava tey, sum hava námsfrøðiútbúgving ella líkn., hjálparfólk og verkstaðsassistentar, sum starvast á pedagogiska økinum.

Nevndin kann taka avgerð um, at einstaklingar, ið ikki eru fevndir av 1.stk., kunnu gerast vanligir limir.

Tann, sum gerst limur seinni enn 3 mánaðir aftaná at verða settur í starv ella aftan á lokna útbúgving, kann ikki krevja hjálp frá felagnum fyrr enn limaskapurin hevur vart í 6 mánaðir. Sama er galdandi fyri persónar, sum fyrr hava verið limir, tá ið limaskapurin verður endurnýggjaður. Sama er eisini galdandi fyri limir, sum eru í eftirstøðu við limagjaldi í meira enn 3 mánaðir.

  • Limir kunnu ikki krevja hjálp frá felagnum í máli, sum er komið upp áðrenn viðkomandi fekk limaskap í felagnum.
  • Limir eru valbærir til álitisstørv í felagnum, tá ið teir hava verið virknir limir í felagnum í 6 mánaðir.
  • Limirnir ábyrgjast ikki persónliga fyri fíggjarligu ábyrgdum felagsins.
  • Óvirknir limir og Pedagoglesandi

Vanligir limir, sum í styttri ella longri tíð ikki hava starv ella sum søkja starv, kunna gerast óvirknir limir. Sama kunnu limir, sum eru farnir yvir í annað starvsøki, og limir sum eru fluttir úr Føroyum. Persónar, sum eru eftirløntir frá størvum, og sum vóru vanligir limir, tá ið teir fóru frá, kunnu eisini gerast óvirknir limir, um teir hava verið virknir ella óvirknir limir í felagnum í 5 ár.

Um aðalfundurin góðkennir tað, kunnu bólkar ella einstaklingar, ið ikki kunnu verða vanligir limir, gerast óvirknir limir. Næmingar, av felagnum góðkendum útbúgvingum, kunnu gerast óvirknir limir. Óvirknir limir eru ikki valbærir og hava ikki atkvøðurætt. Óvirknir limir og pedagoglesand kunnu skrásetast og gerast óvirknir limir við at gjalda Kr. 100.- hálvárliga forút. – gjald flytast á konto 9181 – 120.094.3 / viðm.: hvílandi limur