Til limir í barsil

Limir í Føroya Pedagogfelag sum fara í ólønt barsil kunnu, í óløntu barsilstíðini vera fevnd av samlagstryggingini hjá felagnum. Treytin er, at leiðarin sendir felagnum eina váttan upp á barsilstíðina.

Um felagið onga váttan hevur og onki limagjald ella eftirløn koma inn er vandi fyri, at tú dettir úr samlagstryggingini. Hetta kann í ringasta føri fáa keðiligar fylgjur fyri teg.