Innrita
Tel 35 75 76

A&U Grunnurin

A&U Grunnurin

Aktións- og upplýsingargrunnurin


FELAGSINS AKTIÓNS OG UPPLÝSINGARGRUNNUR
Føroya Pedagogfelag hevur ein grunn, nevndan “Aktións- og upplýsingargrunnurin.” Sambært reglugerðini fyri grunnin er endamálið at stuðla limum felagsins undir aktión/verkfalli. Harumframt at granska, styrkja og breiða kunnleika og fatan fyri tí pedagogiska arbeiðinum. 

Mannagongd fyri at søkja um stuðul úr A&U grunninum:

Hvør kann søkja um stuðul úr grunninum?
Limir í Føroya Pedagogfelag kunnu søkja um stuðul úr A&U grunninum.

Hvat virksemi kann vera stuðlað úr A&U grunninum?
Virksemi, sum er við til granska, styrkja og breiða kunnleika og fatan fyri tí pedagogiska arbeiðinum.

Nær kann søkjast úr grunninum?
Søkjast kann 3 ferðir um árið, 1. februar, 1. juni, og 1. oktober. Nevndin hittist fyrsta mánadag eftir, at umsóknarfreistin er farin. Umsøkjararnir fáa svar upp á umsóknina umleið hálvan í tí mánaðinum, søkt verður í.

Hvussu søkir man úr grunninum?
Umsóknin skal stílast til A&U grunnin: Føroya Pedagogfelag, Tungugøta 1 FO-100 Tórshavn ella pedagog@pedagogfelag.fo

Í umsóknini skal vera ein nágreinilig frágreiðing um, hvat verður søkt stuðul til, og ein kostnaðarmeting skal vera løgd við.

Nevndin fyri A&U grunnin kann áseta ávísar treytir fyri at veita stuðul úr grunninum.

Nevndin fyri A&U grunnin:
Nevndin er mannað við 3 limum. Einum nevndarlimi, sum nevndin í Føroya Pedagogfelag velur, einum álitisfólki frá dagstovnaøkinum og einum álitisfólki frá serøkinum, sum álitisfólkini velja. 

Í nevndini eru:

  • Nikkil Heinesen, umboðandi nevndina.
  • Eva Gunnarsdóttir Joensen, álitisfólk umboðandi dagstovnaøki.
  • Helen Rasmussen, álitisfólk umboðandi serøki.

Nevndarlimirnir sita fyri eitt ár í senn. Álitisfólkini velja síni umboð til nevndina fyri grunnin á fyrsta álitisfólkafundi eftir aðalfundin.

Aftur