Innrita
Tel 35 75 76

Leiðarin - Góð ráð á leiðini

X

Leiðarin - Góð ráð á leiðini

Bóklingurin kann takast niður her: Leidarin - góð ráð á leiðini (2008)


Inngangurin sigur:


Hesin bóklingur er ein vegleiðing,ein uppslagsbók,til limirnar í Pedagogfelagnum,sum eru ella gerast leiðarar. Bóklingurinlýsir rættindi,skyldur, eginleikarog førleikarhjá góða leiðaranum. Ella sagt við øðrum orðum – hesin bóklingurer ætlaður sumeitt hent amboð frá fakfelagnumtil okkara leiðarar at nýta í gerandisdegnum.Tað verður tíðum sagt, at góð leiðsla er at hava dirvi til at átaka sær leiðsluna.At hava viljan til at eydnast. Men samstundisverða nógv krøv sett leiðaranum.Leiðarin skal hava visjónir og ambitiónir. Skal vera menniskjaligur.


Fakliga væl fyri.Skal kenna og duga at brúka lógir og sáttmálará økinum. Skal duga at umsita eittarbeiðsplássvið fíggjarætlan, bókhaldi og normeringum.


Skal duga at samskifta.


Ogso framvegis


.Afturat hesum ert tú leiðari fyri starvsfólk og eitt arbeiðspláss,sum hevur viðmenniskju at gera. Sum skal taka sær av einstaklingumvið hvør sínum eginleikumog tørvi.Hetta setir krøv til tann góða leiðaran, og kann kanska fáa onkran at aftra segfyri at átaka sær uppgávuna. Og tað er spell. Tí vil Pedagogfelagið geva tær hendabókling.


Dugnaligir leiðarar eru ein fortreytfyri at skapa góð arbeiðspláss.Dugnaligirleiðararskapa nøgdsemimillum starvsfólkiniog fáa tey at støðast betur í sínumarbeiði, umframt at tey økja um effektivitetin og góðskunaá arbeiðinum. Eisini tí vilPedagogfelagiðgeva tær henda bókling.Pedagogfelagið telist millum størstu fakfeløgí landinum.Okkara limir starvastmillum annað á dagstovnumog frítíðarskúlum,serstovnum,bústovnumog sambýlum,vardum verkstøðumog virkishúsum,innan stuðulsfólkaskipaninaog so framvegis.Tað vil siga, at talan er um eitt breitt og sera fjølbroyttøki. Kortini meta vit, atokkara leiðararhava nógv til felags og byggja á sama grundvøll,so at siga.

Aftur