Arbeiðseftirlitið hevur í oktober lagt talgildan faldara út á heimasíðu teirra, www.arb.fo, um vegleiðing í samband við harðskap og hóttanir á arbeiðsplássinum. Vegleiðingin er ætlað sum íblástur til hvussu arbeiðspláss kunnu fyribyrgja og handfara harðskap og hóttanir, har serliga arbeiðsgevarar, leiðarar, trygdarumboð og álitisfólk kunnu fáa gagn av vegleiðingini. Men hon er sjálvsagt eisini viðkomandi … Continue reading

Stuðulsskriv til Ljósmøðrafelag Føroya

Fakfelagssamstarvið vil við hesum vísa sín treytaleysa stuðul til Ljósmøðrafelag Føroya í stríði teirra at fáa nýggjan sáttmála. Semja finst bert, um partarnir seta seg saman fyri at finna eina felags loysn, tí vilja vit heita á lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum um at vísa samráðingarvilja og aftur at seta seg við samráðingarborðið saman við ljósmóðrafelagnum, tað … Continue reading Stuðulsskriv til Ljósmøðrafelag Føroya

Stuðulslýsing

Føroya Pedagogfelag stuðlar Ljósmøðrafelag Føroya í stríðnum um nøktandi lønar- og sáttmálaviðurskifti. Vit vilja samstundis heita á arbeiðsgevaran um at seta seg við samráðingarborðið og vísa veruligan vilja at loysa trætuna. Føroya Pedagogfelag

Vandi á dagstovnaøkinum

Týðandi stig mugu takast fyri at bøta um arbeiðsorkuna hjá starvsfólkum á dagstovnum Manglandi stovnspláss eru nú frammi í miðlunum. Serliga eru trupulleikar í Tórshavn, har fólkavøkstur setur stórt trýst á kommunalu myndugleikarnar at útvega nøktandi karmar. Trupulleikin er tó nógv størri enn bara at útvega karmar at seta børnini inn í. Leingi hava vit … Continue reading Vandi á dagstovnaøkinum

Stovnsnámsferð í Danmark

Læruríkur túrur gav spennandi íblástur til nýggjar arbeiðshættir Í apríl mánaða í ár vóru starvsfólk úr Býlingshúsinum millum Gilja á námsferð í tríggjar dagar í Danmark, millum annað við fíggjarligum stuðli úr A&U-grunninum hjá Pedagogfelagnum. Tríggir ymiskir stovnar á Fjóni vórðu vitjaðir. Endamálið við túrinum var at økja um námsfrøðiliga medvitið í gerandisdegnum og at … Continue reading Stovnsnámsferð í Danmark

Altjóða sosialpedagogiskur dagur

Í dag, 2. oktober, er altjóða sosialpedagogiskur dagur. Her er ein videoheilsan frá forsetanum í AIEJI og formannin hjá Socialpædagogerne í Danmark: Vit vilja somuleiðis heilsa øllum okkara limum við vón um ein góðan dag.   "Vit hava besta starv í heiminum"

Uppskot til nýggjan bygnað í Pedagogfelagnum

Nevndin hevur seinastu tíðina arbeitt við at gera liðugt eitt uppskot til hoyringar um ein nýggjan bygnað av Føroya Pedagogfelag. Uppskotið til nýggjan bygnað byggir í høvuðsheitum á tað arbeiðið, sum bólkarnir løgdu fram fyri aðalfundinum í 2017, umframt greiningina av Føroya Pedagogfelag, sum Regin Berg hevur gjørt. Bólkarnir arbeiddu við evnunum: Limarøkt, sjónliggerðan av … Continue reading Uppskot til nýggjan bygnað í Pedagogfelagnum

Ein tími minni um vikuna

Sum áður víst á í greinini: “Við íløgum nú verður avkastið stórt í framtíðini”, so hava kommunurnar um alt landið, sambært Hagstovuni, játtað ein starvsfólka-tíma færri í miðal um vikuna til hvørt barn seinastu 10 árini á dagstovnum í Føroyum. Hvønn týdning hevur EIN tími? Fyri ein dagstovn verða starvsfólkatímar vanliga játtaðir í mun til … Continue reading Ein tími minni um vikuna

Við íløgum nú verður avkastið stórt í framtíðini

Nobelvirðislønti búskaparfrøðingurin James J. Heckman vísir í sínari gransking á, at dagstovnar við høgari góðsku til børn í 0 til 5 ára aldur geva størsta samfelagsliga avkastið. Í stuttum sigur hann, at fyri hvørja dollara-íløgu tú ger í eitt góðsku-tilboð til smábørn undir 5 ár aldur, so fær tú 13 dollarar aftur. Ein óhoyrd góð … Continue reading Við íløgum nú verður avkastið stórt í framtíðini

Yvirlýsing: Verkfallsrætturin skal ikki rørast

Í viðmerkingunum til ólavsøkurøðu løgmans, verður boðað frá, at samgongan umhugsar at skerja verkfallsrættin hjá fakfeløgunum. Á fundi í Fakfelagssamstarvinum í síðstu viku samtyktu tey seks feløgini, at koma við hesi yvirlýsing um verkfallsrættin: Rætturin at samráðast frítt, og rætturin at fara í verkfall eru vunnin gjøgnum hart stríð og drúgvar samráðingar. Fakfeløgini í fakfelagssamstarvinum, … Continue reading Yvirlýsing: Verkfallsrætturin skal ikki rørast