Stuðulsstørv í Hvalvíkar skúla

Hvalvíkar skúli er ein fýra flokkaður skúli frá 1. – 6. flokk

Virðisgrundarlag skúlans

Friður byrjar við mær.

Fyri at skapa trivna og samlag mugu vit øll minnast til at gera okkara besta fyri næstan.Trivnaður er grundarlagið undir allari læring og menning.Tí eiga vit at vera ímóti øðrum, sum vit vilja, at onnur skulu vera mótvegis okkum

 

Stuðulsstørv í Hvalvíkar skúla skúlaárið 2018-2019

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum í tíðaravmarkað starv við setanarbrotið 0,49 skúlaárið 2018/19. Stuðlarnir verða knýttir at næmingum við serligum tørvi í skúlanum.

Skúlanum tørvar stuðlar, sum eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, samstarvshugaðir, rúmligir og framskygdir. Sí annars hvat starvið fatar um, m.a. vísandi til §1 og §15 í kunngerð nr. 38 frá 2016.

Umsøkjarar skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul. Søkir eingin námsfrøðingur, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv. Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Lønar- og setanartreytir:
Størvini vera sett sum sáttmálasett størv og verða lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20 (frá 11-21 frá 1. oktober í 2018) Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkið 3-8.

Umsóknir:
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu verða Hvalvíkar skúla í hendi í seinasta lagi 20. juni 2018 kl. 12.00

Umsóknir verða stílaðar til:
Hvalvíkar skúli
Skúlavegur 1
430 Hvalvík
ella við t-posti: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo

Tey, ið ynskja at vita meira um størvini, kunnu ringja til Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, fyrstalærara, tlf. 297238