Opið hús fríggjadagin!

Verið hjartaliga vælkomin til opið hús í Pedagogfelgnum fríggjadagin 6. desember frá kl. 16. Hetta er eitt gott høvi at møtast til prát um námsfrøði og tað, ið rørir seg í samfelagnum annars. Vit bjóða øllum, sum koma á gátt, ein góðan drekkamunn, gløgg og karamellur. Tey, sum enn ikki hava fingið jólagávuna frá felagnum, … Continue reading Opið hús fríggjadagin!

Setið ferð á bygging av nýggjum barnaheimi

Føroya Pedagogfelag harmast stórliga, at landsstýriskvinnan í Almannamálum, av sínum eintingum, hevur tikið avgerð um at steðga byggingini av nýggjum barnaheimi. Við hesum gongur landsstýriskvinan beinleiðis ímóti barnarættindasáttmálanum hjá ST, sum m.a. sigur: Luttakaralondini skulu tryggja, at stovnar og tænastur, ið hava ábyrgd av at hava umsorgan fyri ella skulu verja børnini, eru í samsvari við … Continue reading Setið ferð á bygging av nýggjum barnaheimi

Fráboðan frá Føroya Pedagogfelag

Tórshavnar kommuna hevur lýst eindarleiðarastørvini leys at søkja, hóast eingin avtala um flokking er gjørd millum sáttmálapartarnar. Hetta er brot á grein 14, stk. 3 í sáttmála okkara, sum sigur, at sáttmálapartarir skuldu samráðast um flokking av nýggjum størvum áðrenn tey vera lýst leys. Vit skulu tí boðað frá, at tá talan er um størv, … Continue reading Fráboðan frá Føroya Pedagogfelag

Námsfrøði er ikki tilboðsvøra

Seinastu tíðina hevur samskiftið verið millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag, um flokking av størvum hjá eindarleiðarum. Talan er um størvini í Tórshavnar Kommunu. Partarnir eru ikki komnir til nakra semju um størvini, hóast fleiri møguleikar hava verið uppi at venda. Nú verða størvini lýst leys og setir Tórshavnar Kommuna eindarleiðarar í starv, hóast ongin semja er um flokking. Í … Continue reading Námsfrøði er ikki tilboðsvøra

Álitisfólkafundur verður týsdagin í Smæruni.

Týsdagin 19. november verður álitisfólkafundur fyri øll álitisfólk felagsins. Fundurin verður í Smæruni og byrjar kl. 8.30. Nøgdsemiskanning limana Á fundinum verða fyrstu úrlisitini av nøgdsemiskanningini, sum var gjørd í oktober/november, løgd fram. J. Herluf Sørensen kemur at greiða frá. Jólagávu frá felagnum Í samband við álitisfólkafundin fáa álitisfólkini jólagávur við “heim” til starvsfelagarnar. Jólagávan … Continue reading Álitisfólkafundur verður týsdagin í Smæruni.

Vælferðarlógin og lágmarks áseting í Løgtinginum.

Tvey stórmál, sum raka nærum allar limirnar í Føroya Pedagogfelag, eru á dagskrá í Løgtinginum í dag. Fyrst á skránni er uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð, eisini kallað ”Vælferðarlógin”, sum skal tryggja øllum borgarum virðilig kor og javnbjóðis møguleikar. Seinni í dag verður fyrsta viðgerð av lógaruppskotinum um minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum. … Continue reading Vælferðarlógin og lágmarks áseting í Løgtinginum.

Hevur Jenis onga ætlan at styrkja førleikarnar á dagstovnum?

Í fyrispurningi til Jenis av Rana, landstýrismann, hevur Jóhannis Joensen, tinglimur, spurt landsstýrismannin, hvørjar ítøkiligar ætlanir landsstýrismaðurin hevur, viðvíkjandi málundirvísing fyri fremmandmælt børn á dagstovnum og í skúlunum. Í skrivliga svarinum til Jóhannis, hevur landsstýrismaðurin útgreinað sínar ætlanir. Pedagogfelagið harmast um svarið. Í svarinum nevnir Jenis einki um ætlanirnar fyri dagstovnarnar. Harafturímóti er ætlanin at … Continue reading Hevur Jenis onga ætlan at styrkja førleikarnar á dagstovnum?

Ókeypis plakat um málmenning hjá børnum

Ein plakat um málmenning hjá børnum verður latin øllum dagstovnum, dagrøktum og vøggustovum ókeypis. Á plakatini eru 10 góð og einføld ráð til foreldur og øll tey, sum eru um børn, um, hvussu tey kunnu stuðla málmenningini hjá barninum. Upplagt er tí, at plakatin verður hongd upp á sjónligum støðum í dagstovninum, soleiðis at øll foreldur og avvarðandi síggja hana, tá … Continue reading Ókeypis plakat um málmenning hjá børnum