Aðalfundurin 2021, skrá og valevni

Les um valevnini til nevndarvalið her: http://pedagogfelag.fo/adalfundur-2021/

Ársaðalfundurin hevur hesa fundarskrá:

A. Val av fundarstjóra og skrivara
B. Ásetan av fundarskipan fyri aðalfundin
C. Frágreiðing frá nevndini til góðkenningar
D. Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
E. Framløga av felagsins fíggjarætlan til kunningar
F. Viðgerð av ætlaða virksemi felagsins
G. Val av grannskoðarum
H. Viðgerð av innkomnum uppskotum og ásetan av limagjaldi

Uppskot: Broyting í reglugerðini fyri Húsagrunnin.
1. Endamál: At keypa eina fasta ogn umframt viðlíkahald ella útbygging av fastognini.
verður broytt til:
2. Endamál: At keypa fasta ogn umframt viðlíkahald ella útbygging av hesum.

Ásetan av limagjaldi

Uppskot til aðalfundin at taka støðu til.

1. Limagjaldið verður 1,6% av lønini (A-inntøkuni), tó í mesta lagi kr. 500,- um mánaðin. (Uppskot frá nevndini og innkomið frá limum)

2. Limagjaldið verður óbroytt 1,8% av lønini (A-inntøkuni)

I. Fráboðan um hvør er valdur í nevnd og sum eykalimur
J. Fráboðan um hvør er valdur til formann triðja hvørt ár
K. Ymiskt