Álitisfólkafundur verður týsdagin í Smæruni.

Týsdagin 19. november verður álitisfólkafundur fyri øll álitisfólk felagsins. Fundurin verður í Smæruni og byrjar kl. 8.30.

Nøgdsemiskanning limana

Á fundinum verða fyrstu úrlisitini av nøgdsemiskanningini, sum var gjørd í oktober/november, løgd fram. J. Herluf Sørensen kemur at greiða frá.

Jólagávu frá felagnum

Í samband við álitisfólkafundin fáa álitisfólkini jólagávur við “heim” til starvsfelagarnar.

Jólagávan í ár er ein keypsposi, ið lættliga kann pakkast saman, so hann nærum einki fyllir.

Harafturat fáa álitisfólkini kalendarar frá LÍV.

Seinni í desember bjóðar felagið til opið hús, har øll eru vælkomin eftir jólagávuni. Okkurt gott verður eisini til góman. Hetta verður lýst nærri seinni.