Álitisfólkaval

Hava tit valt tykkum álitisfólk?

Valskeiðið hjá álitisfólkunum endaði í mars 2022, tí minna vit allar limir á, at velja tykkum eitt álitisfólk á arbeiðsplássinum, sum skjótast.

Hvør kann velja?
Bert limir í Føroya Pedagogfelag kunnu velja og verða álitisfólk, og eru hesi álitisfólk fyri limir felagsins.

Sí stk. 1 í álitisfólkaavtaluni:
Tá tað á einum arbeiðsplássi starvast í minsta
lagi 3 limir Føroya Pedagogfelags, hava hesir limir
rætt til at velja sær eitt álitisfólk. Tá eitt arbeiðspláss
fevnir um fleiri deildir, skulu deildirnar roknast sum
sjálvstøðug arbeiðspláss.

Oyðiblað til valið, finna tit á hesari undirsíðuni (Álitisfólk)