Almannalógin í Løgtingið

“Kært barn har mange navne” siga danir. Hettar mugu vit ásanna um lógina, sum byrjaði sum “Tænastulóg”, síðani bleiv til “Vælferðarlóg”, og er nú komin í Løgtingið undir heitinum “Almannalóg”. 

Hvussu heitið er ella ikki, so gleðast vit um, at nú hómast eitt úrslit. Lógin lá klár í Løgtinginum áðrenn táverandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, útskrivaði løgtingsval. Stjørnarskiftið hevur haft við sær, at nýggja Landsstýrið vil hava síni fingramerki á lógina. 

Nógv arbeiði er lagt í hetta lógarsmíð, ið skal tryggja øllum landsins borgarum javnvirðis møguleikar at liva og virka.

Hetta fer serliga at hava stóran týdning fyri teir av okkar limum, sum starvast í Almannaverkinum og áøðrum sosialpedagogiskum økjum.

Les meira á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum:

https://www.amr.fo/fo/kunning/tidindi/nyggj-almannalog-fyri-logtingid/