Almennir stovnar skulu fylgja tilmælum

Nú støðan við Covid-19 harðnar, hoyra vit frá limum, at ógvuliga ymiskt er hvussu arbeiðið verður skipað á dagstovnum runt landið, og hvussu børn verða tikin inn til neyðansing.

Hetta er ein púra óvanlig støða vit øll eru komin í. Neyðugt er at øll brúka vit og skil.

Tá heilsumyndugleikar koma við tilmælum, hava stovnar hjá landi og kommunum, sum almennir stovnar, skyldu at fylgja hesum tilmælum.

Hetta merkir m.a. at:

  • Tað skulu ikki verða fleiri enn 10 fólk í rúminum. Hetta merkir vaksin og børn tilsamans. Í onkrari kommunu er tilmælið, at í mesta lagi 5 børn og vaksin eru í vøggustovu, og 10 í barnagarði.
  • Um fleiri børn eru á stovninum, soleiðis at talið kemur upp um 10, skal arbeiðið skipast soleiðis, at fólkini eru í ymiskum rúmum, og ikki koma hvørjum øðrum við – meira enn hægst neyðugt.
  • Starvsfólk eiga at verða býtt sundur í smærri vaktir, sum ikki eru til arbeiðis samstundis.
  • Vaska/spritta millum hvørja vakt.
  • Minnist til handreinførið – vaska tær væl um hendurnar og spritta aftaná.
  • Starvsfólk skulu vera varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á koronavirus, t.d. hosta og fepur, og skulu verða heima, um tey merkja sær okkurt. Tað sama er galdandi fyri børn á stovni.

Stúrir tú fyri egnari heilsu, ella ert tú í serligum vandabólki um tú gerst sjúk/ur, skalt tú tosað við tína leiðslu og kommunulækna um hetta.

Sýtir eitt starvsfólk at loysa ávísa uppgávu við smittuvanda sum grundgeving, eigur arbeiðsgevarin at gera eina ítøkiliga meting av støðuni. Í slíkum førum kann verða neyðugt hjá arbeiðsgevaranum at ráðføra seg hjá Landslæknanum.

Keldur:

Corona.fo – fmr.fo