Átala almenna umrøðu av persónsmálum

Ikki long er tíð gingin síðani ein kommunal leiðsla var í fjølmiðlunum og tosaði um eitt ítøkiligt mál, á einum dagstovni. Nú er hetta hent aftur.

Í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum kl.18 mánakvøldið 24. juni, verður eitt ítøkiligt mál, í frítíðarskúlanum á Eiði, viðgjørt. Føroya Pedagogfelag vil við hesum aftur átala, at viðurskifti hjá limum felagsins verða viðgjørd í almenna rúminum, uttan at allir partar kunnu verða hoyrdir.

Vit heita eisini á fjølmiðlarnar um at vísa størri etiska ábyrgd og varsemi, m.a. við at hugsa um persónin handan málið.

At øll starvsfólkini á einum stovni brádliga ynskja at verða loyst úr starvi, er ikki ein støða sum er íkomin frá degi til dags, men sum kann hava verið ávegis leingi. Leiðslan í kommununi hevur verið vitandi um trupla arbeiðsumhvørvið í langa tíð, uttan at verulig stig eru tikin fyri at loysa trupulleikan. Úrslitið er sera óheppið.

Føroya Pedagogfelag vil tí aftur heita á arbeiðsgevaran um at vísa leiðarunum álit og veita fíggjarligt og fakligt rúm soleiðis, at tað ber til hjá leiðarunum at virka á ein fullgóðan námsfrøðiligan hátt.

Nevndin í Føroya Pedagogfelag tekur somuleiðis fult undir við skrivinum frá felagsins leiðararáði. Skrivið sæst her: Leiðararáráðið: So hendi tað aftur.

FØROYA PEDAGOGFELAG