BÓKIN OG BLAÐIÐ ERU Á VEG ÚT TIL ALLAR LIMIR

Í hesum døgum verður bókin ”Pedagogar í Føroyum”, 40 ára ritið hjá Føroya Pedagogfelag, borið út til allar limir. Nøkur hava fingið bókina, meðan onnur bíða enn. Ætlanin er at allir limir hava fingið bókina í viku 27. Eisini verður nýggjasta Pedagogblaðið borið út saman við bókini.

Fært tú ikki pakkan kann hetta skyldast, at tín bústaður er skeift skrásettur í okkara skipan. Set teg í samband við okkum, fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum.