Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum trivnaði

Ásannandi, at stórur tørvur er á starvsfólkum á námsfrøðiliga arbeiðsøkinum innan tað kommunala økið og innan landsstovnar, er tørvur á at leggja størri dent á at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi, har starvsfólk kenna seg virðismett, umframt, at trivnaðurin er settur høgt.

Arbeiðsmøguleikar hjá námsfrøðingunum eru sera nógvir og ymiskir. Námsfrøðingar starvast innan vøggustovur, barnagarðar, forskúlar, frítíðarskúlar, ungdómshús og barnaverndarstovur, ymisk ráðgevandi størv og innan serskipanir hjá kommununum. Tað eru umleið 1.400 ymisk kommunal størv, sum í dag vera mannað av námsfrøðingum og hjálparfólkum undir sáttmálunum hjá Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Námsfrøðingar starvast eisini hjá landinum, har Almannaverkið er arbeiðsgevari, innan ráðgeving, innan serligu stuðulsskipanum, barnavernd, sambýli, bústovnar til menniskju við skerdum førleikum ella kognetivum avbjóðingum, eins og námsfrøðingar eisini arbeiða innan sálarheilsuøkið. Fólkaskúlin hevur eisini sín part av námsfrøðingum og hjálparfólkum, eins og okkurt eftirskúla- og serskúlatilboð eisini hava størv til okkara limir. Her er talan um 700 ymisk størv til námsfrøðingar og hjálparfólk undir sáttmálanum millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Ikki kann sigast, at tørvurin er lítil ella minkandi, tá vit eisini uppliva, at størri og størri eftirspurningur er eftir okkara limum innan eldraøkið. Hetta snýr seg um yvir 2.100 størv tilsamans. Ein partur kemst tó av, at nógv starvsfólk arbeiða sera lágan brøk, og tí eru so nógv størv.

Eftirspurningurin gerst ikki minni av náttúruligu frágongdini, tá fólk fara frá vegna aldur.

Sum felag hevur tað verið ein torfør uppgáva at varpa ljós á tey korini, ið okkara limir skulu fyrihalda seg til. Í stóran mun verður kritikkurin av arbeiðsumstøðunum, ið vit føra fram, sæddur sum grenj, ella hevur stuðla undir eina søgu um dovin starvsfólk, ið bara vilja forvinna pening uttan at skula arbeiða. Veruleikin kundi ikki verið meira fjarur. Í stóran mun hava flest av okkara, serliga okkara eldri limir, verið tey starvsfólkini hjá tí almenna, sum í fleiri ár hava gingið fremst at tilrættisleggja og skipa fyri, at vit hava góðar og haldbarar skipanir at lofta, serliga teimum veikastu, soleiðis, at vit ikki skulu senda øll sum ikki passa í vanligu kassarnar av landinum.  

Í stóran mun hava fleiri av okkara limum staðið á odda fyri at skipa nýggjar stovnar, ið blivu bygdir ella settir á stovn eftir at “andveikraverndin/serforsorgin” nú Almannaverkið), varð yvirtikið í 1980unum. Eins og tá ið fleiri nýggjar vøggustovur, barnagarðar, frítíðarskúlar og ungdómshús gjørdust veruleiki, eftir at dagstovnaøkið fyrst í ár 2000 varð lagt út til kommunurnar at umsita.  

Í stuttum kann sigast, at økini eru økt og ment ógvusliga hesi gott 40 árini, men arbeiðsumstøðurnar hava ikki fylgt við, og eru heldur ikki tillagaðar broyttu umstøðunum.

Vit hava sæð eina ógvusliga øking til fakligu krøvini, serliga orsakað av, at vitanin um gott háttalag økist, og myndugleikar og avvarðandi seta størri krøv til starvsfólkið. 

Fyri námsfrøðingarnar hevur hetta verið ein sera spennandi tíð við nógvum nýggjum og slóðbrótandi avbjóðingum. Samstundis verður avbjóðingin uppaftur størri, tí fakkunnleikin er spjæddur og  neyðugt er at “umseta” námsfrøðiligu vitanina til aðrar fakbólkar og ófaklærd.

Vit eru varðug við vaksandi ørkymlan millum okkara limir, um  væntandi fatan yvir fyri teimum fortreytum, sum námsfrøðiliga arbeiðið inniber  – eisini hjá teimum ófaklærdu, sum í veruleikanum ofta standa við einari ábyrgd, tey ikki eru útbúgvin ella lønt at átaka sær.

Neyðugt er at hyggja eftir hvussu arbeiðsvikan er skipað, hvussu long arbeiðsvikan er, og hvussu býtið er millum arbeiðstíð saman við borgarum og børnum, og møguleikanum fyri at loysa tær  uppgávur, sum fylgja við. Harafturat tíð til vitarnardeiling, fyrireiking og eftirmeting.

Neyðugt er at hyggja eftir, um til ber at gera góðar skipanir, soleiðis, at starvsfólk kunnu varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin sum longst, uttan at hetta gongur út yvir teirra lívsgóðsku.  

Arbeiðsgevarin má tora at spyrja seg sjálvan, hvussu tað ber til at so fá ynskja at arbeiða fulla tíð, og hygga eftir, um tað ber til hjá honum at skipa arbeiðsumhvørvið øðrvísi, soleiðis, at fleiri vilja og orka at arbeiða fulla tíð, ella ein hægri arbeiðsbrøk enn tey gera í dag. Í dag arbeiða yvir 75% av okkara limum undir 32 tímar um vikuna.

Tað er ikki langt ímillum lýsingarnar eftir starvsfólkum á námsfrøðiliga økinum. Tí vildi tað verið skilagott hjá arbeiðsgevarunum at lagt eina ætlan fyri, hvussu til ber at fjálga um og økja um áhugan fyri at starvast innan økið. Føroya Pedagogfelag kemur fegið við sínum ískoyti til eina slíka ætlan.

Hugsast má um atgongd og tilgongd til útbúgvingina. Hugsast má um tey, sum longu eru í starvi, um at varðveita teirra eldhuga og hug framhaldandi at virka á økinum. Harafturat at gera tað møguligt hjá teimum at hava eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi, so tey verða verandi sum longst á arbeiðsmarknaðinum.

Við skilagóðum íløgum eigur at bera til at bøta um støðuna.