Eitt øðrvísi námsfrøðiligt starv

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi til nýggja stovueind, sum skal lata upp, tá bráðfeingistørvur á plássum kemur fyri.

Nýggja stovueindin er undir leiðslu dagrøktarleiðarans og húsast í niðaru hæddini á Brekku 36. Spælistovan hjá Dagrøktini heldur til í ovaru hæddini og lagt er upp til tætt samstarv millum hæddirnar.

Sum starvsett/ -ur verður tú knýtt/- ur at Dagrøktarskipanini og kann til tíðir eisini virka sum námsfrøðingur hjá børnum í dagrøkt og vera við til at tryggja fakliga støðið í skipanini.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
Við tilvísing til leiðaran av Dagrøktarskipanini, at
– Hava námsfrøðiliga ábyrgd í gerandisdegnum
– Skipa gerandisdagin við atliti til barnsins aldur og tørv
– Vera íverksetandi og luttakandi saman við børnum
– Vera undangongufólk í foreldrasamstarvinum

Vit ynskja, at tú:
– Ert útbúgvin námsfrøðingur
– Hevur royndir innan dagstovnaøkið
– Kann arbeiða sjálvstøðugt
– Ert virkin, røkin og hevur lætt við at samstarva
– Hevur hug og áræði at skapa umstøður, har børnini gleðast, trívast og mennast

Setanarviðurskifti:
Starvið er leyst at seta frá 1. september 2018, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya pedagogfelag, lønarstig 11-20.

Meira fæst at vita við at venda sær til Vivian B. Samson, dagrøktarleiðara á tlf. 22 57 19 ella Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipara á tlf 41 00 24

Umsókn:
Umsókn saman við prógvi og CV skulu sendast til klaksvik@klaksvik.fo
Umsóknarfreistin er 15. august kl 12:00