Etikkur í námsfrøðiligum arbeiði. Innbjóðing til limakvøld hjá Føroya Pedagogfelag

Føroya Pedagogfelag vil við hesum bjóða øllum limum til námsfrøðiligt prát at umrøða evni, “etikkur í námsfrøðiligum arbeiði”. Tiltakið er ókeypis og ætla øllum limum felagsins.

Í námsfrøðiliga starvinum møtir starvsfólkið ofta etiskum ivamálum, har vit sum menniskju skulu taka støðu yvirfyri menniskjanum, vit eru um í okkara starvi. Sum menniskju hava vit ymisk mørk og menniskjaligar áskoðanir. Tískil kann etikkur fylla nógv á øllum arbeiðsplássum.

Ein greið tilvitan um egna etiska tilvitið, og hvørji etisk virðir eru á arbeiðsplássinum og í samfelagnum, kann hjálpa starvsfólkinum at grunda yvir ymisku etisku ivamálini.

Kvøldið verður skipað í tveimum. Fyrri partur sum fyrilestur/upplegg og seinni partur sum samrøða/kjak millum luttakararnar.

Vit hava boðið Jógvani Hansen, heimsspekingi at leggja lag á. Jógvan Hansen er limur í etiska ráðnum, og kenna vit hann m.a. eisini frá útvarpssendingini “Filosoffarnir”.

Skrá:
-Jógvan Hansen – fyrilestur um “Hvat er etikkur?” 45 min.
-Kaffi steðgur – 15. min.
-Prát runt um borði. “Hvørji etisk virði havi eg, og mítt arbeiðspláss”.
-Tikið verður samanum hvat luttakarar hava haft á hjarta. Luttakarar kunnu lufta sína hugsan í rúminum.

Vit vænta at tiltakið er áleið 2 tímar. Skráin er hin sama til øll tiltøkini.

Mikudagin, 29. januar kl. 19.30: Klaksvík, Snjallubjalla.
Mikudagin, 05. februar kl. 19.30: Sandavágur, Sóljugarður.
Mikudagin, 12. februar kl. 19.30: Tórshavn, Hotel 62 Norð.
Mikudagin, 19. februar kl. 19.30: Hovi, Miðnámsskúlin.

Tilmelding er neyðug!
Tilmelding til tiltøkini fer fram á slóðini niðanfyri:
Trýst her!