Eykaaðalfundur 11. mai 2019

Vísandi til §9 í lógum felagsins innkallar Føroya Pedagogfelag við hesum limir sínar til eykaaðalfund.

§ 9 Eykaaðalfundur

  1. stk. Eykaaðalfundur verður lýstur, um nevndin ynskir tað, ella um minst 5% av limunum krevja hetta, og teir samstundis skrivliga senda inn fráboðan um tað mál, teir ynskja viðgjørd á eykaðalfundinum.
  2. stk. Slíkir fundir skulu verða hildnir í fyrsta lagi 3 dagar og í seinasta lagi 5 vikur aftaná at fundurin er kravdur.

Hevur málið skund kann freistin setast til 1 dag.

Eykaaðalfundurin verður 11. mai kl. 13:00 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum:

Vestara Bryggja 15, 4. hædd

Hurðin er oman móti kaiini

Skrá

Val av:

Hjálparfólkaráð

Námsfrøðingaráð

Leiðararáð

Uppskot til limir í ráðini kunnu sendast felagnum á pedagog@pedagogfelag.fo áðrenn eykaaðalfundin. Eisini kann stillast upp á eykaaðalfundinum.

Vinaliga boða frá luttøku á pedagog@pedagogfelag.fo seinast hósdagin 9. mai.

Eisini ber til at boða frá her!

Lógir felagsins kunnu lesast her!

§12. Val av ráðum

Føroya Pedagogfelag hevur trý ráð, eitt leiðararáð, eitt námsfrøðingaráð og eitt hjálparfólkaráð.

Endamáli við ráðunum er at røkja áhugamálini hjá ávikavist leiðarum, námsfrøðingum og hjá hjálparfólkum.

Limir felagsins vera bólkað soleiðis:

Limir sum eru settir sum eindarleiðarar, leiðarar, varaleiðarar ella líknandi leiðslustørvum verða umboða í og velja eitt leiðararáð.

Limir sum eru settir sum sáttmálasettir pedagogar ella eftir avtaluna tænastumannasettir pedagogar verða umboða í og velja eitt námsfrøðingaráð.

Limir sum eru settir eftir sáttmálan fyri hjálparfólk verða umboða í og velja eitt hjálparfólkaráð.

Stk. 2. Fyri at vera ráðslimur er ein treyt at limur umboðar limabólkin, sum velur viðkomandi ráð og at limur ikki situr í nevnd felagsins.

Stk. 3. Aðalfundurin hjá leiðararáðnum, námsfrøðingaráðnum og hjálparfólkaráðnum verður hildin sama dag sum aðalfundur felagsins og skal lýsast, saman við aðalfundinum hjá felagnum og hevur hesa skrá:

a) Val av fundarstjóra og skrivara

b) Ásetan av fundarskipan fyri aðalfundin

c) Frágreiðing frá ráðnum

d) Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til kunningar

e) Framløga av fíggjarætlan og virksemisætlan til kunningar

f) Viðgerð av innkomnum uppskotum

g) Kunngerð um hvør er valdur í ráðini

h) Ymiskt 

Stk. 4. Ráðini verða mannað av fimm limum og verða tey vald sambært grein 8, stk. 7, tó verða tríggir limir valdir 1. árið. Ráðini skipað seg sjálvi við forfólki, skrivara og kassameistara.
Stk. 5. Ráðini skipa seg eftir serligari starvskipan, ið nevnd felagsins ger, kallað starvsskipan fyri Leiðararáð, Námsfrøðingaráð og Hjálparfólkaráð.