Ferðing uttanlands

Øll ferðandi til Føroya skulu kannast. Hetta verður eisini galdandi fyri allar føroyingar, búsitandi í Føroyum, ið hava verið uttanlands. Harumframt verður mælt til, at øll ferðandi lata seg kanna aftur seks dagar eftir komu til Føroya. Øll ferðandi eiga at vísa serligt varsemi hesa tíðina. Soleiðis stendur skrivað á heimasíðuni hjá corona.fo

Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt eina vegleiðing um ferðing og privata feriu. Nakrar kommunur hava eftirfylgjandi noktað at lata fólk møta til arbeiðis fyrr enn tey eru kannað aðru ferð, tvs  6. dagin eftir, at tey eru komin heim til Føroya.

Vit skulu vísa á, at hvørki sambært lóg ella sáttmála hava arbeiðsgevarar rætt at nokta fólki at møta til arbeiðis við tí avleiðing, at tey onga løn fáa, og bert við tí grundgeving, at 6 dagar ikki eru farnir síðani fólk eru komin heim til Føroya.

Kemur persónur til Føroya úr einum landi við høgum smittutrýsti, eigur hann eins og øll ferðandi sum koma til Føroya úr útlandinum, aftur at lata seg kanna á 6. degi, og vera serliga varin í 14 dagar eftir komu til Føroya. Eisini eigur viðkomandi at leggja sær í geyma at halda almennu frástøðutilmælini á 1 til 2 metrar, kravið um reinføri, spritta hendur og ikki savnast í størri fjøldum.

Kommunurnar krevja, at starvsfólk skulu gera avtalu við stovnsleiðarin, áðrenn tey fara í feriu, um avgreiðslu av døgunum fram til og við 6. dag.

Pedagogfelagið skal gera vart við, at kommunurnar ikki kunnu krevja, at starvsfólk rinda fyri hetta. Kommunurnar kunnu ikki gera inntriv í feriuna hjá starvsfólki. Men um starvsfólkið kann arbeiða heiman, so kann slíkt avtalast. Pedagogfelagið metir ikki, at kommunurnar kunnu avtala við limir okkara, at tey skula vera heima uttan løn, tá ið talan er um eitt tilmæli og tá ið limurin ferðast til eitt loyvt land.

Um limur í Pedagogfelagnum verður koyrdur til hús ella fær boð um ikki at møta til arbeiðis, hóast fyrsta kanningin er negativ, heita vit á hann/hana um, skjótast tilber at venda sær til felagið, so vit kunnu taka málið upp.