Føroya Pedagogfelag drigið í Fasta Gerðarrættin

Tað er ikki Føroya Pedagogfelag, sum setir lívið í vága hjá borgarunum í landinum, men arbeiðsgevarin, sum við ábyrgdini fyri teirra stovnum og starvskorum hjá starvsfólkum, ikki virðir støðuna á arbeiðsmarknaðinum!

Ístaðin fyri at føra samráðingar, og skjótast gjørligt fáa rætt lag í støðuna, so verður tíðin ístaðin brúkt uppá senda Føroya Pedagogfelag í Fasta Gerðarrætt, í eini roynd at drála málinum enn meira.

Kommunala Arbeiðsgeverafelagið hevur eisini alment úttalað seg um, at verkbannið varð sett í verk fyri skjótast gjørligt at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið, men vísir nú ongan vilja til samráðingar.

Komið heldur til samráðingarborðið og føri veruligar samráðingar – veruligar samráðingar! – fyri ein starvsbólk, sum bæði Kristina Háfoss og Annika Olsen fleiri ferðirnar alment hava úttala seg um, er harðligani afturúrsigldur

Viðmerk

Your email address will not be published. Required fields are marked *