Fulltíðararbeiði skal vera reglan

At arbeiða fulla tíð eigur avgjørt at vera reglan á námsfrøðiligum arbeiðsplássum, og parttíðarstarv eigur at vera undantakið.

Tí tað gevur avgjørt góða meining at so nógv starvsfólk, sum til ber, arbeiða fulla tíð heldur enn parttíð. Ikki bara fíggjarliga, men so avgjørt eisini námsfrøðiliga. Tí mugu vit áhaldandi vísa á tørvin at tryggja starvsfólkum á námsfrøðiligum stovnum eitt fulltíðartarv.

Sjálvsagt skal tað eisini vera rúm fyri parttíðarstørvum í tann mun, tað tænir starvsfólkaynskjum og í serstøkum førum fyri at fáa vaktarlegging at ganga upp. Men tað skal vera undantakið.

Tað er ein avbjóðing, at starvsumstøðurnar á námsfrøðiliga økinum ikki eru optimalar, og at royna at bøta tær er ein týðandi partur í at økja um trivnaðin og námsfrøðina á einum námsfrøðiligum arbeiðsplássi. Her eigur leiðslan ein týðandi part av uppgávuni at syrgja fyri, at uppgávur og trivnaður ganga hond í hond. 

Arbeiðsgevarin, um tað er kommuna ella land, hevur sjálvsagt eisini sín týdningarmikla leiklut, nevniliga at geva leiðslunum neyðugu resursirnar og møguleikan at skipa uppgávurnar, soleiðis at tað fremur trivnað og fakligheit á teimim ymisku arbeiðsplássunum.

Arbeiðstíðin ger námsfrøðina trupla

Ímynda tær altíð at skula fyrihalda teg til nógv skifti í gerandisdegnum. Starvsfólk, sum fáa frí, lata upplýsingar til starvsfólk, ið møta; ella altíð at skulu fyrihalda teg til eitt skiftandi arbeiðstoymi. Eitt er, at tað er kann elva til avbjóðingar hjá teimum einstøku starvsfólkunum, eitt annað er spurningurin, hvat tað ger við barnið ella í summum førum borgarar, ið bera brek ella tarn.

Sum starvsfólk í slíkari skipan, kann tað fáa fylgjur fyri tað skipaða virksemi, so tað ikki ber til at fáa samljóð ímillum ætlanirnar hjá teimum ymisku starvsfólkunum.

Fyri eitt barn ella ein borgara kunnu títtu skiftini eisini verða avbjóðandi, tí trivnaðurin byggir eisini á forsøgni – forútsigiligheit. Í gomlum døgum var “friður, reinføri og reglusemi” eitt mantra, sum bleiv endurtikið aftur og aftur. Men slíkir setningarnir eru, hóast gamlir og slitnir, als ikki uttan týdning og innihald, og av royndum vita vit, at við skiftandi starvsfólki ígjøgnum dagin, ígjøgnum vikuna og ígjøgnum árið, er tað torført at hava eitt sálarliga trygt arbeiðsumhvørvi.

Námsfrøðin byggir á tilknýti

Námsfrøðin byggir á tilknýti, á sambandið ímillum starvsfólk og barn ella borgara.

Til at byggja upp eitt veruliga gott, trygt og mennandi tilknýti krevst tíð. Tíð at síggja tann einstaka persónin, tíð at stuðla undir, tíð at lurta og hoyra. 

Í dag síggja vit, at bíðilistarnir til útgreiningar av ymiskum slag av sálarligum trupulleikum bara vaksa. Er arbeiðstíðarskipanin á námsfrøðiligu arbeiðsplássunum kanska ein partur av trupulleikanum?

Sum námsfrøðingur sakni eg at hesi viðurskifti oftari vera umrødd og viðgjørd – tí ber tað til at vera námsfrøðingur hálva tíð?

Míni boð til arbeiðsgevaran/politikaran vil tí vera: Gevið leiðslunum á námsfrøðiligu stovnunum umstøður og møguleika fyri veruliga skipa eitt námsfrøðiligt tilboð til børnini og borgaran.

Míni boð til leiðslurnar eru at leggja meira orku í at skipa gerandisdagin hjá starvsfólkunum, soleiðis at til ber at arbeiða ein fullan norm. 

Míni boð til starvsfólkini eru: Takið av møguleikanum at arbeiða fulla tíð, ella so nær við fulla tíð sum gjørligt. Tað gerst, í fleiri førum, eisini lættari um fleiri arbeiða fulla tíð.

Tí tað gevur meining, fíggjarliga, samfelagsliga og ikki minst hjá teimum, ið hava tørv á námsfrøðiligum innihaldi í gerandisdegnum.

Jógvan Philbrow
formaður í Føroya Pedagogfelag