Heiti stólurin: Hjørdis Johannesen

Vit fara nú at byrja ein nýggjan tátt á heimasíðuni. Her koma vit at seta limum stevnu, at svarað nøkrum spurningum um seg sjálvan og sítt starv.

Spurningarnir sum settir verða eru m.a. hesir:
Hvussu eitur tú? Hvar arbeiðir tú? Hvat er títt starv? 

Hvussu hava heilsutilmælini ávirkað teg í tínum starvið? 

Hvussu hevur tað ávirka børnini/borgararnar? 

Onkur hugleiðing? 

Um tú hevur hugskot til spurningar, ella hvønn ið vit skulu seta í heita stólin næstufer, frætta vit fegin frá tær.

Hvussu eitur tú?
Hjørdis Johannesen

Hvar arbeiðir tú?
Eg arbeiði á einum bú- og viðgerastovni fyri børn og ung við autismu, í Eind 3 hjá Almannaverkinum.

Hvat er títt starv?
-Eg eri útbúgvin námsfrøðingur á Fróðskaparsetri Føroya. Í mínum námsfrøðiliga starvi hevur tað týdning, at eg og mínir starvsfelagar veita sernámsfrøðiliga viðgerð, í einum tryggum, umsorgarligum og heimligum umhvørvi. – Á stovninum búgva tríggir borgarar, ið hava hvør sín tørv á stuðlan og vegleiðing gjøgnum allan dagin, og tí er eitt starvsfólk knýtt til hvønn einstakan borgara hvønn dag.

Hvussu hava heilsutilmælini ávirkað teg í tínum starvi?
Heilsutilmælini hava havt við sær, at stovnurin hevur verið noyddur til at gera nakrar tillagingar, fyri at verja og minka smittuspjaðing. Starvsfólkahópurin bleiv deildur upp í tvey toymi, og tískil hava vaktirnar verið tað fleiri og tað longri. Tá eg havi havt frí, havi eg verið í sjálvbodnum sóttarhaldi,fyri at minka um smittuvandan fyri okkara borgarar. – Stovnurin hevur verið í tí sjáldsomu støðu, at allir tríggir borgarar hava verið í sóttarhaldi, og tí hevur tað toymið, eg var partur av, verið í sóttarhaldi saman við teimum, og tískil havi eg arbeitt út í eitt í sóttarhalds tíðarskeiðnum. 

Hvussu hevur tað ávirkað børnini/borgararnar?
Vanliga eru gerandisdagarnir hjá okkara borgarum ógvuliga forútsigiligir og skipaðir, við føstum virksemi og rutinum. Hetta bleiv mest sum vent á høvdið, nú teir ikki hava verið í skúla og til síni frítíðarítriv. Ístaðin hava vit sum starvsfólk givið teimum ein skipaðan og forútsiguligan gerandisdag,útfrá teimum fyritreytum, ið eitt sóttarhald inniber. 

Í sóttarhalds tíðarskeiðnum fekk stovnurin undantak frá Landslæknanum at vera úti í náttúruni, har eingi onnur menniskju vóru. Tískil hava okkara borgarar verið nógv úti í náttúruni. – Heilsutilmælini hava ført við sær, at okkara borgarar ikki hava havt samband við síni nærmastu í fleiri vikur. Bæði tí at stovnurin hevur hildið seg til heilsutilmælini og mannagongdir hjá Almannaverkinum, og tí okkara borgarar hava verið í sóttarhaldi. Sjálvt um tað hava verið nógvar broytingar fyri okkara borgarar, so hevur manglandi samveran og nærvera við teirra nærmastu ávirkað teir mest.