Hjálparfólkafundur í Østrøm hósdagin 15. mars

Víst verður til kunningarskrivið til hjálparfólk í Føroya Pedagogfelag, sum varð sent álitisfólkunum 11.03.2018, og vil nevndin Pedagogfelagnum í tí sambandinum við hesum bjóða á fund hósdagin 15.03.2018 kl. 18.00 í Østrøm á Skálatrøð í Havn. Inngongd frá Sigmundargøtu.

Endamálið við fundinum er at umrøða verandi støðu og eftirvirknaðin av verkfallinum/verkbanninum.

Nevndin vil vissa øllum um, at vit sum nevnd arbeiða fyri áhugamálunum hjá øllum limum felagsins og eru vit sannførd um, at saman standa vit sterkari.

Við vón um góða undirtøku.

Vinaliga

Nevndin

Føroya Pedagogfelag

Viðmerk

Your email address will not be published. Required fields are marked *