Hjálparfólkaráðið haft aðalfund

Á stórari samkomu í kvøld eru omanfyri 100 hjálparfólk savnað til aðalfund fyri Hjálparfólkaráðið.

Á skrá var eittans evni, sum var at velja trýggjar nevndarlimir. Aftaná var borðhald og tónleikaundirhald.

Trýggir limir bjóðaðu seg fram. Tá allar atkvøðurnar vóru taldar upp, vóru Birgith Thomsen og Sunrid Vatnsdal fyrstvaldar í eitt 3 ára skeið og Hansine Brandt í 1 ár.

Ráðið er nú “kvinna” við: Sunrid Vatnsdal, Anne Lisa Davidsen, Hansine Brandt, Birgith Thomsen og Oda Dalfoss (frá vinstru.)

Føroya Pedagogfelag hevur 3 ráð, hvørs uppgáva er at ráðgeva og sparra við nevndina um viðkomandi arbeiðsviðurskifti.

Alt eftir hvørja setan ein hevur, er limurin umboðaður av antin Hjálparfólkaráðnum, Leiðararáðnum ella Námsfrøðingaráðnum.

Nevndin gleðist um góðu undirtøkuna, sum fundurin fekk frá limum felagsins. Nýggju koronatilmælini gera, at vit aftur kunnu savnast í størri bólkum. 28. mai verður aðalfundur fyri Námsfrøðingaráðið, og vóna vit, eisini at síggja nógv fólk til tann fundin.