Hvat kann lærast av skúlanum í Onglandi

“Líðandi yvirgongd, at seta borðini øðrvísi, eygleiðingar hjá skúlaleiðarum av lærarum, frítíðarskúlar og lítil námsfrøðilig einmansvirki til dagstovnar í Onglandi” – Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu á Námsvísindadeildini, skrivar um lestrarferð í London.

Eg havi júst verið á einari gevandi ferð við lærara- og pedagoglesandi í linjufakinum námsfrøðilig leiðsla. Tú varnast altíð nógv spennandi tá tú vitjar eina heilt aðra skúla- og dagstovnamentan enn okkara føroysku – bæði av góðum og ringum.

Niðanfyri fari eg at lýsa hvat eg serliga festi meg við í London á hesum sinni.

Í Onglandi fara børn í forskúla 4 ára gomul. Tey byrja í 1. flokki sum 5 ára gomul. Á einari skúlavitjan, Manorfield Primary School, høvdu tey harafturat eina stovu fyri dagstovnabørn í aldrinum 3-4 ár.

Tá eg spurdi skúlastjóran hvussu nógv formlig læring var fyrsta árið segði hann, at í dagstovnastovuni var formliga læringin áleið 5%. Í forskúlaflokkinum var formliga læringin áleið 40%, og í 1.-3. flokki var formliga læringin áleið 70 %. Restin av tíðini fór til ávikavist spæl og sjálvstýrda læring, ið oftast var eitt úrslit av, at starvsfólkini settu ymiskar lutir fram, sum høvdu eitt tema, har børnini sjálvboðið kunnu nýta tíðina.

Samanberi eg við føroysk viðurskifti er yvirgongdin frá spæli og sjálvstýrdari læring í dagstovninum, til formliga læring í skúlanum, nógv harðari. Eitt, sum eg altíð festi meg við, tá eg vitji flokshøli í primary schools í Onglandi er, at so at siga ongantíð eru borðini sett upp í røðum, ið venda ímóti læraranum og talvuni. Í skúlum í Føroyum síggi eg hinvegin rímiliga ofta, at borðini eru sett upp í røðum, ið venda ímóti læraranum og talvuni.

Skúlaleiðarin í Manorfield Primary School greiddi frá, at hann og varaleiðararnir gjørdu tríggjar formligar eygleiðingar av hvørjum lærara hvørt skúlaár. Hesar eygleiðingar vóru altíð fylgdar upp við einum fundi við læraran, sum var eygleiddur. Harafturat gekk hann óformliga runt til allar lærarar í nakrar fáar minuttir umleið einaferð um vikuna.

Eitt, sum er heilt øðrvísi í Onglandi samanborið við í Føroyum er, at tey ikki hava eina frítíðarskúlaskipan, har tú ert í frítíðarskúla allar dagarnar í vikuni. Ístaðin eru tilboð til børnini um ymiskar klubbar í skúlanum (nakrir eru bara eina ferð um vikuna, og nakrir eru fleiri ferðir um vikuna). Klubbarnir í Manorfield Primary Schools eru m.a. ein fótbóltsklubbur, ein granskingarklubbur, ein lær-um-London-klubbur og ein ymiskur-ítróttur-klubbi.

Eg hefti meg eisini við, at í teimum dagstovnunum, ið vit vitjaðu, var stundum vitjan frá lítlum námsfrøðiligum virkjum, ið høvdu serligar og góðar námsfrøðiligar tilgongdir til børnini. Til dømis í einum av dagstovnunum, Wonderland Nursery, var eitt námsfrøðiligt virki inni, meðan vit vóru til staðar, sum hevði eina dramaverkstovu við børnunum. Eitt annað námsfrøðiligt virki var eisini regluliga inni í Wonderland Nursery, sum lærdu børnini um djór og lívfrøði.

Jóhannes Miðskarð, adjunktur í leiðslu á barna-, ungdóms- og serstovnaøkinum/Assistant professor in leadership in schools, early childhood settings and social care settings. Skúlalærari, Cand. Ped. í námsfrøðiligari sálarfrøði og PhD /Trained teacher, Master in educational psychology and PhD

Námsvísindadeildin/Department of Education

Fróðskaparsetur Føroya/University of the Faroe Islands

http://setur.fo/setrid/um-setrid/starvsfolk/employees/johannesm/

Hoyr Jóhannes Miðskarð’s podcast “Research in Leadership in Schools, Early Childhood Settings and Social Care Settings”:

https://www.facebook.com/groups/166339847079023/http://www.stitcher.com/podcast/johannes-midskard-12/research-in-leadership-in-schools-early-childhood-settings-and-2?refid=stprhttps://itunes.apple.com/dk/podcast/research-in-leadership-in/id1102905542

Viðmerk