Kunning og skráseting til aðalfundin 2020

Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum 21. mars 2020. Skráset teg til dagin niðast, her á síðuni.

Skráin fyri fundin er sambært lógum felagsins. Finn lógir felagsins her.

Uppskot til aðalfundin
Ynskir limur uppskot viðgjørt á aðalfundinum, skal uppskotið latast nevndini, við skrivligari váttan frá viðkomandi uppskotsstillara, og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 1. februar. Hetta kundi t.d. verið broytingar í lógum felagsins.

Sama er galdandi fyri uppskot um ásetan av limagjaldi.

Val av nevndarlimum
Uppskot til valevni, saman við váttan frá tí uppstillaða, skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1. februar.

Til aðalfundin skal veljast 1 limur í nevnd felagsins fyri eitt 2 ára skeið.

Ráðini

Hjálparfólkaráðið, Námsfrøðingaráðið og Leiðararáðið hava aðalfund fyrrapart.

Í Leiðararáðið skulu veljast 2 ráðslimir. Hjálparfólaráðið og Námsfrøðingaráðið eru fullmannaði.

Uppskot til ráðslimir, saman við váttan frá tí uppstillaða, skulu somuleiðis vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1. februar.


Send inn til:

Uppskot skulu sendast til

Føroya Pedagogfelag
Tungugøta 1
100 Tórshavn

ella til: pedagog@pedagogfelag.fo.

Viðmerk “uppskot til aðalfundin”.

Talgilt val

Vit skulu minna á, at til aðalfundin 2020 fer valið til nevnd og ráð at vera talgilt. Fyri at kunna taka lut í valinum, hevur tað sera stóran týdning fyri teg, at felagið hevur tínar røttu upplýsingar.

Tað er ábyrgdin hjá liminum, at felagið hevur røttu upplýsingar um bústað, t-post, telefon v.m.

Upplýsingarnir kunnu sendast inn HER.

Skráin fyri dagin

Kl. 9.00 innskriving byrjar. Felagið bjóðar lætt morgunábit.

Kl. 10.00 ráðsfundir byrja.

Kl. 12.00 døgurða steðgur. Høvið verður, at vitja framsýningar básar.

Kl. 13.30 aðalfundur hjá Føroya Pedagogfelag byrjar.

Kl. 18.30 verður borðhald fyri aðalfundar luttakarar. Armbond til borðhaldið verða útflýggjað við innskriving kl. 9-10 og í døgurðasteðginum kl. 12-13. Armbandið er atgongumerki og er persónligt.

Skráset teg til dagin HER. (skrásetingin byrjar fyrstu vikuna í mars)