Kunning um sáttmálasamráðingarnar

Føroya Pedagogfelag sendi mikudagin arbeiðsgevarunum eitt uppskot um semju. Tey hava í dag heitt á okkum um at geva sær freist til mánadagin at viðgera uppskotið. 

Vit vóna, at hetta er tekin um, at arbeiðsgevarin skilur støðuna, og eins og vit ynskir at fáa menniskjaligt haldføri inn á námsfrøðiliga økið. 

Vit hava tí játtað longdu freistina, og taka sostatt ikki nøkur stríðsstig enn.