Melda teg til sum umsitara av samrøðubólkum

Føroya Pedagogfelag setur á stovn samrøðubólkar á Facebook, og søkir í tí samanhangi umsitarar av bólkunum.

Vit ynskja at styrkja fakliga samleikan hjá okkara limum og gera eitt forum har tað er møguligt at hava samrøður um okkara fak.

Vit vænta at fólk halda seg til evnið, varðveita ein siðiligan tóna, og vísa virðing hvør fyri øðrum.

Treytin fyri at verða partur av bólkunum er, at tú ert limur í Føroya Pedagogfelag og hevur áhuga fyri námsfrøðiliga økinum.

Bólkaumsitarin hevur heimild at meta um tilfar/evni, og kann strika uttan ávaring, um so er at tilfarið ikki er viðkomandi.

Hóast facebook møguliga ikki er ein fullfíggja loysn fyri øll, so meta vit í felagnum tað verða besta boðið í løtuni til at fáa flest møguligu limir at luttaka í samrøðunum.

Onnur høvi verða eisini at luttaka í kjaki og samrøðum, sum t.d. “Samrøður um námsfrøði” tiltøkini, sum Pedagogfelagið hevur í heyst.

Evni at hava samrøður um á facebook bólkunum kunnu verða:

Etikk
Menniskjaáskoðan
Menningarætlanir/námsætlanir
Sjálvsavgerðarrætt
Spæl

5 ymiskir bólkar verða stovnaðir:

Námsfrøðiligur samrøðubólkur, 0 til 7 ár.
Námsfrøðiligur samrøðubólkur, 6 ár og ung
Námsfrøðiligur samrøðubólkur, Vaksin
Námsfrøðiligur samrøðubólkur, Eldri
Námsfrøðiligur samrøðubólkur, Námsfrøðilig leiðsla

Til ber at melda seg til sum umsitara her