Námsfrøðingur til Serskúlatilboðið í Hoyvíkar skúla

Vit sóknast eftir námsfrøðingi, ið verður partur av sjálvstýrandi toyminum í serskúlatilboðnum í Hoyvíkar
skúla. Í Serskúlatilboðnum í Hoyvíkar skúla eru 13 næmingar í 1. – 9. flokki.

Høvuðsuppgávan er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta skúladagin hjá næmingunum í samstarvi og
samráði við sjálvstýrandi toymi. Arbeitt verður út frá einstaklinga læruætlanum, har hvør skúladagur er
skipaður við atliti til menningina hjá næminginum.

Uppgávan er eisini at integrera næmingarnar í serskúlatilboðnum í skúlaflokkarnar í Hoyvíkar skúla.

Førleikakrav: Tú skalt hava útbúgving sum námsfrøðingur. Tað kann vera ein fyrimunur at hava
starvsroyndir við børnum við autismu ella líknandi avbjóðingum.

Tann, ið sett/ur verður, skal:
• vera stundislig/ur og nærløgd/ur.
• vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð móti næmingunum.
• vera við til áhaldandi at menna Serskúlatilboðið í Hoyvíkar skúla.

Í starvsfólkaleiklutinum í Hoyvíkar skúla leggja vit dent á:
• Ábyrgd
• Yrkisføri
• Floksleiðslu
• Samstarv
• Trúfesti

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv og verður lønt sambært avtalu millum Føroya pedagogfelag og
Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 13 – 21. Setanarbrotið er 0,85 svarandi til 1496 árstímar.

Umsóknin, við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum, skal vera stjóranum í hendi í seinasta lagi
hósdagin 21. juni 2018 kl. 12:00.

Umsóknin skal stílast til:
Hoyvíkar skúli
att.: Hans Jón Thomsen, stjóri
Vegurin langi 21
Postboks 3073
FO-188 Hoyvík

Umsóknin kann eisini sendast við telduposti til: hans.jon.thomsen@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Hans Jón Thomsen, stjóra, á telefon 783300.
________________________________________________________________________________
Í Hoyvíkar skúla og Serskúlatilboðnum í Hoyvíkar skúla eru 350 næmingar í 1. – 9. flokki,
37 lærarar og 3 námsfrøðingar.
Vitjið okkum á www.hoy.fo