Norðurlendsk sosialpedagogisk vitjan

Í hesum døgum hevur Føroya Pedagogfelag havt vitjan av NFFS, Nordisk Forening for Socialpædagoger, sum er norðurlendskur námsfrøðiligur felagskapur, stovnaður fyri góðum 25 árum síðani í Keypmannahavn, eftir áheitan frá SL – Socialpædagogernes Landsforbund í Danmark.

Endamálið við vitjanini var, at kunna um virksemi hjá hvørjum øðrum. Eisini fekk vertslandið høvi til meira nágreiniliga at vísa á hvussu arbeiðið á sosialpedagogiska økinum verður framt í Føroyum.

Fundurin snúði seg í stóran mun um, at leggja ætlan fyri hvussu feløgini skulu skipa samstarvið í framtíðini. Í hesum umfarinum var til dømis serliga lagdur dentur á hvussu harðskapur og hóttanir, sum starvsfólk innan sosialpedagogiska økið verða rakt av, kann minkast.

NFFS

Felagið hevur sum endamál at lýsa sosialpedagogiska arbeiðið í Norðanlondum, og at framleiða viðkomandi tilfar til námsfrøðingar og onnur, sum starvast í økinum.

Millum annað er eitt av endamálunum, at finna felags fatanarstøði fyri sosialpedagogiska arbeiðiøkið, óansæð um starvast verður í Føroyum ella Norra, og eisini sum heild at lýsa útbúgvingarøkið, gransking og menning á fakøkinum her á leiðum, so vitanarstøðið kann hækkast.

– Fundurin var sera væl eydnaður. Umframt at hava styrkt sambondini við okkara norðurlendsku samstarvsfelagar, so hava vit eisini fingið staðfest, at sosialpedagogiska yrki her heima í fleiri førum ikki stendur aftanfyri okkara grannalond, sigur Jógvan Philbrow um vitjanina.

Viðmerk