Nú kanst tú tekna teg til aðalfundin og døgurðan

Nú kanst tú tekna teg til aðalfundin og døgurðan. Aðalfundurin verður 30. mars 2019 og allir limir eru vælkomnir. Seinasta freist at melda seg til er 23. mars kl. 13.

Fyri at lætta um tilrættisleggjanina av aðalfundinum, er tó neyðugt at boða frá luttøku, og bert tey, sum hava skrásett seg til døgurðan áðrenn, kunnu vera við um kvøldið – til hetta verður eitt armband útflýggjað við innskrivingina.

Innskrivingin er millum klokkan 11.00 og 12.45.

Aðalfundurin byrjar við einari gestarøðu kl. 12.45. Skrá og annað verður at finna í pedagogblaðnum, sum tit skuldu havt í hondunum fyrstu vikuna í mars.

Fyri at skrásetta teg til aðalfundin og tekna teg til døgurðan,  trýst her!

Um tú ótolnast eftir at fáa blaðið kann tað lesast her!