Ólavsøkudagarnir eru frídagar

Góðu limir. Vit vóna, at øll hava haft eina góða og trygga ólavsøku.

Vit skulu minna á, at sambært sáttmálanum, eru ólavsøkudagarnir frídagar soleiðis: ólavsøkuaftan er frídagur eftir kl. 12 og ólavsøkudagur er heilur frídagur.

Sí §16 í sáttmálanum fyri námsfrøðingar og §10 í sáttmálanum fyri hjálparfólk.

Fyri tey, ið eru í feriu hesar dagarnar, eigur bert ein ½ feriudagur at verða avroknaður fyri ólavsøkudagarnar.

Tey, ið eru til arbeiðis ólavsøkudagarnar, fáa samsýning sum halgidag. Sí grein §11 í sáttmálanum fyri námsfrøðingar og §5 í sáttmálanum fyri hjálparfólk.

Sáttmálarnir eru at finna á heimasíðu felagsins her: [http://pedagogfelag.fo/sattmalar/](http://pedagogfelag.fo/sattmalar/)