Tiltak fyri nýútbúnar námsfrøðingar útsett

Tiltakið fyri nýútbúnar námsfrøðingar, sum skuldi verða 4. septembur í Pedagogfelagnum, er fyribils útsett vegnað ov fáar tilmeldingar. Tá tiltakið aftur er á skrá verður lýst við tí umaftur.

35 nýggj námsfrøðislesandi á Setrinum

Í dag vóru umboð úr nevnd og umsiting hjá Pedagogfelagnum og vitjaðu tey nýggju námsfrøðislesandi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya í ár. Umboðini frá Pedagogfelagnum greiddi teimum lesandi frá týdninginum av einum fakfelag, og hvat Pedagogfelagið kann bjóða teimum sum lesandi, og tá tey eru liðug við útbúgvingina og eru komin í starv. Eisini varð … Continue reading 35 nýggj námsfrøðislesandi á Setrinum

Samrøður um námsfrøði

Komandi mánaðirnir verða "Samrøður um námsfrøði"-tiltøk á breddanum hjá nevndini hjá Føroya Pedagogfelag. Leisturin verður upplegg frá fakfólkum, sum vit síðani hava samrøður og kjak um. Endamálið við tiltøkunum er at styrkja okkara egnu fakligu førleikar og seta orð á okkara námsfrøðiliga yrki. Tankin um tiltøkini sprettir millum annað úr fakliga bólkaarbeiðnum um hvussu vit … Continue reading Samrøður um námsfrøði

Semja millum Felag Tænastumanna Landsins og Fíggjarmálaráðið

Felag Tænastumanna Landsins og Fíggjarmálaráðið hava gjørt semju mánadagin 20. August 2018. 1. oktobur 2018 hækkar lønin við 2,5% Hetta ávirkar limirnar í Føroya Pedagogfelag, ið arbeiða sum leiðarar hjá Almannaverkinum. Í fyrstu atløgu hækka mánaðarlønirnar frá oktober 2017 fram til oktober 2018 við 2,3%. Tað merkir at leiðarar, ið verða løntir eftir lønartalvuni hjá … Continue reading Semja millum Felag Tænastumanna Landsins og Fíggjarmálaráðið

Tiltak fyri nýútbúnar námsfrøðingar í 2018

Allir nýútbúnir námsfrøðingar eru vælkomnir til eina hugnaløtu í hølunum hjá Pedagogfelagnum í Tungugøtu 1 í Tórshavn týsdagin 4. september frá kl. 17.00. Seinni verður farið niðan í hølini hjá Føroya Arbeiðarafelag, har felagið bjóðar ein góðan bita. Tiltakið endar væntandi umleið kl 20.00 Nevndin og umboð fyri umsitingina verða við til tiltakið, har tað m.a. … Continue reading Tiltak fyri nýútbúnar námsfrøðingar í 2018

Landsleiðaradagur 2018

7. septembur verður landsleiðaradagur í Norðurlandahúsinum hjá Føroya Pedagogfelag. Á skránni verða fyrilestrar um ymisk viðkomandi evni fyri leiðarar á námsfrøðiliga økinum. Katrin Kallsberg, lækni og politikari, fer at tosa um djúptøkið arbeiði, ella "deep work", Maibritt Højgaard organisatiónssálarfrøðingur, tosar um relatiónir, og tað at koma aftur til røturnar og Marna Jacobsen,, forkvinna í Demokratia og … Continue reading Landsleiðaradagur 2018

Umraðfesting av útbúgvingum á Fróðskaparsetur Føroya

Vit gleðast sjálvtsagt um mongu útbúgvingarmøguleikarnar á okkara Fróðskaparsetri, men verða útbúgvingarnar skipaðar á best hóskandi hátt eftir tørvinum á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum? Í farnu viku var Lærarafelagið frammi við grein um, at vit útbúgva lærarar til arbeiðsloysi. Er tað ikki eitt gylt høvi at arbeiða fram ímóti at leggja útbúgvingarnar hjá Fróðskaparsetrinum um, so … Continue reading Umraðfesting av útbúgvingum á Fróðskaparsetur Føroya

Skrivstovan í summarfrí

Skrivstovan er afturlatin frá 16. juli til 10. august 2018. Opið verður sum vanligt frá 10. august. Átrokandi boð kunnu skrivast til: pedagog@pedagogfelag.fo.

Áhugin fyri námsfrøði økist

Talið av umsøkjarum til útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya fyri árið 2018 er nú fingið til vega.  Í 2017 vóru 40 umsóknir til námsfrøði á Fróðskaparsetrinum. Í ár er talið 62. Tað eru 22 fleiri umsóknir enn undanfarna ár. Hetta er ein gleðilig gongd fyri námsfrøðiliga økið, sum hevur tørv á fleiri útbúnum námsfrøðingum til eitt … Continue reading Áhugin fyri námsfrøði økist

NLS summarskeið – menning á útbúgvingarøkinum

Í hesum døgum hevur NLS summarskeið í Føroyum fyri norðurlendskum lærarum og námsfrøðingum. NLS er – Nordiska Lararorganisationers Samråd – sum er ein samstarvsfelagskapur innan alt útbúgvingarøkið í norðurlondum, har ein av høvuðsuppgávunum hjá felagskapinum er at stuðla uppundir námsfrøðiliga menning innan útbúgvingarumráðið. Anders Rusk, aðalskrivari hjá NLS bjóðaði mánadagin vælkomin til gestirnar, og Signar … Continue reading NLS summarskeið – menning á útbúgvingarøkinum