Pedagogblaðið: Arbeiðið á Barnaheiminum er eitt kall

Gunvør Jonsdóttir ivaðist ikki, tá hon bleiv spurd, um hon vildi vera um eitt koronusjúkt barn á Barnaheiminum. Hon var í avbyrgdum sóttarhaldi í 17 dagar, men hon hevði gjørt tað aftur, um tørvur var á tí. Hon heldur, at summi, ið arbeiða á Barnaheiminum, kanska kenna sær eitt serligt kall, tí fleiri teirra sjálv hava havt okkurt at dragast við í uppvøkstrinum.

INGOLF S. OLSEN – PRESS
Tað er ikki sørt, at Gunvør Jonsdóttir undrast, at tað tað verður gjørt so nógv burtur úr, at hon í august saman við einum starvsfelaga segði ja til vera um eitt barn á Barnaheiminum, sum var vorðið sjúkt av covid-19.

Breddin hjá útvarpinum varpaði ljós á hendingina, og nú er Pedagogblaðið so eisini komið á gátt á bústovninum Argjaboða á Argjum, har hon arbeiðir sum námsfrøðingur í kjallarahæddini. Argjaboði er ein bústovnur hjá Barnaheiminum – ella eind 10, sum tað formliga eitur – og liggur ytst á Argjaboða á Argjum.

Ein sjálvfylgja
Gunvør undrast, tí hon heldur tað vera nærum sjálvsagt, at hon segði ja, tá hon 10. august bleiv uppringd av leiðaranum fyri eindina og spurd, um hon vildi átaka sær at vera saman við tí sjúka barninum, til tað var vorðið frískt aftur, og kravda sóttarhaldstíðin var runnin. Segði hon ja, skuldi hon byrja dagin eftir, tann 11. august.

– Tað var sjálvandi ikki eitt krav, og eg fekk eisini stundir at hugsa meg
um og tosa við familjuna um tað. Tey spurdu eitt sindur í fyrstuni, hví tað akkurát skuldi vera eg og sovorðið. Men tey skiltu tó støðuna og bakkaðu meg hundrað prosent upp. Tí eg helt ikki, at eg kundi siga
nei.

– Ongin av okkum feilar nakað, og tað gjørdi tað sjálvandi lættari at taka avgerðina, at vit ikki eru í vandabólki, greiðir Gunvør frá.

Les alla greinina í Pedagogblaðnum