PEDAGOGBLAÐIÐ: Styttri arbeiðsvika loysir seg

Fakfeløgini hava gjørt forarbeiðið, men stríðið at sannføra politisku skipanina um tað skilagóða í at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar heldur fram, vissar formaðurin í Pedagogfelagnum um.

Ingolf S. Olsen – PRESS

! Les alt blaðið her !

5. oktober bleiv kanningin av fyrimunum og vansum við at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar løgd fram í Smæruni í Havn. Tað eru Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, sum hava gjørt kanningina.

Hon vísir, at tað als ikki verður so dýrt at stytta arbeiðsvikuna, sum summi høvdu spátt. Nú skal kanningin so brúkast, og Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, vissar eisini um, at kanningin ikki bara verður tikin til eftirtektar og síðan løgd í eina skuffu

– Vit hava syrgt fyri, at eitt stórt og gott forarbeiði er gjørt. Í hvussu er teir stóru andstøðuflokkarnir hava eisini verið alment úti og sagt, at teir taka undir við at stytta arbeiðsvikuna. Vit fara áhaldandi at ganga á politisku skipanina at fáa tey øll, ella í hvussu er ein meiriluta, at síggja, at tað einasta rætta at gera er við lóg at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, sigur hann.

Tað vóru Føroya Pedagogfelag, Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag,Havnar Arbeiðskvinnufelag, Starvsfelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarafelagið, sum høvdu bílagt kanningina. 

Nógvir fyrimunir

Kanningin vísir eina rúgvu av fyrimunum við at stytta arbeiðsvikuna, meðan tað er ilt at fáa eyga á nakrar vansar yvirhøvur.

Jógvan Philbrow leggur dent á, at umframt teir eyðsæddu fyrimunirnar sum til dømis minni strongd og meira tíð saman við familjuni eru eisini nógvir aðrir ítøkiligir fyrimunir við styttri arbeiðsviku, tá tað um tað námsfrøðiliga fakið ræður.

– Ógvuliga nógvir av okkara limum arbeiða niðursetta tíð, summi tí tey ynskja tað, men nógv tí tey sleppa ikki annað. Vaktartalvur skulu ganga upp, so nóg mikið av arbeiðsfólki altíð er til arbeiðis, og tí verða ársverkini pettað sundur í parttíðarstørv. Við eini styttri arbeiðsviku kunnu millum annað nógvir av hesum trupulleikunum loysast og brotnu brøkarnir gerast heilir, sigur hann.

Nógv bíligari

Bíðað var í spenningi, eftir nýggju kanningini, tí tað vóru ikki hissini tøl fyri kostnaðin, sum frammanundan vóru á lofti. Í september í fjør skrivaði Helgi Abrahamsen, táverandi landsstýrismaður í vinnu- og umhvørvismálum, til dømis á sínum Facebook-vanga, at tað fór at kosta umleið 750 milliónir krónur at stytta arbeiðsvikuna úr 40 tímum niður í 37 tímar.

Kanningin hjá Jan Otto S. Holm og Regini Berg vísir hinvegin, at kostnaðurin ikki verður nær námind so stórur.

Henda kanningin umfatar bara tann almenna arbeiðsmarknaðin, og alt eftir, hvussu stramt tølini verða tulkað, er nettokostnaðurin fyri tann partin onkustaðni ímillum 80 og 105 milliónir krónur. Almenni arbeiðsmarknaðurin er umleið ein triðingur av øllum arbeiðsmarknaðinum, og verða kanningarúrslitini førd beinleiðis yvir á tann privata arbeiðsmarknaðin eisini, so er samlaði nettokostnaðurin fyri allan arbeiðsmarknaðin í mesta lagi umeið 300 milliónir krónur.

Tá kanningin varð løgd fram, bleiv tó sagt, at ymiskar multiplikatoreffektir ikki eru roknaðar við, og tað tí er rættiliga sannlíkt, at kostnaðurin verður enn minni.

Øll kanningin kann lesast á heimasíðuni hjá Føroya Pedagogfelag, www.pedagogfelag.fo

(MYND, Jan Otto og fólk)
Nógv fólk, bæði fakfelagsfólk, umboð fyri arbeiðsgevarar og politikarar, vóru til framløguna av kanningini av fyrimunum og vansum við stytting av arbeiðsvikuni. Framløgan var 5. oktober í Smæruni í Havn, og her er tað Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur, sum leggur fram

Mynd: Ingolf S. Olsen