Setið ferð á bygging av nýggjum barnaheimi

Føroya Pedagogfelag harmast stórliga, at landsstýriskvinnan í Almannamálum, av sínum eintingum, hevur tikið avgerð um at steðga byggingini av nýggjum barnaheimi.

Við hesum gongur landsstýriskvinan beinleiðis ímóti barnarættindasáttmálanum hjá ST, sum m.a. sigur: Luttakaralondini skulu tryggja, at stovnar og tænastur, ið hava ábyrgd av at hava umsorgan fyri ella skulu verja børnini, eru í samsvari við tey aðalkrøv, sum skikkaðir myndugleikar hava ásett, serstakliga við atliti at trygd, heilsu, starvsfólkatali og starvsfólkaførleika og harumframt serkønari umsjón. (Grein 3)

Sum fakfelag hjá stórum parti av starvsfólkunum í Eind 10, sum barnaheimið er partur av, fara vit inniliga at heita á landsstýriskvinnuna um, ikki at steðga byggingini av nýggjum barnaheimi.

Umstøðurnar hjá starvsfólkum og brúkarum á barnaheiminum eru illa hóskandi. Felagið hevur fingið innlit í umstøðurnar á barnaheiminum.

Vit vita:
– At viðgerðar- og arbeiðsumstøður ikki eru nøktandi.
– At hølir, sum hava verið fongd við soppa, hølir í ringum standi og ikki altíð hóskandi til endamálini, hava verið brúkt.
– At virksemið, sum í nógvum førum átti at verið savnað, er spjatt runt á ymiskum skiftandi matrikklum.
– At fráboðanir eru gjørdar til arbeiðseftirlitið, um vánaligu umstøðurnar.
– At vánaligu umstøðurnar ganga út yvir starvsfólk og brúkarar, sum verða útsett fyri sálarligum og kropsligum harðskapi.

At gera nýtt barnaheim hevur verið ávegis í nógv ár. Hetta má ikki gerast ein politisk og lokalpolitisk kastibløka, sum steðgar, tí nú skal raðfestast øðrvísi.

Barnaheimið er ein endurmenningarstovnur. Barnaheimið er staðið, sum børn av ymiskum orsøkum mugu vera, tí umstøðurnar eru sum tær eru. Barnið og familja tess eru í kreppu og hava tørv á stuðli og tryggum og varandi umstøðum. 

Starvsfólkini í Eind 10 hava stórt rós uppiborið fyri tað arbeiði, ið tey leggja í okkara allar veikastu og óhjálpu borgarar/børn. Hettar er eitt sálarliga og kropsliga tungt arbeiðspláss.

Arbeiðið við at byggja nýtt barnaheim er komið væl ávegis, og at steðga tí nú, kann hava vanlukkuligar avleiðingar við sær.

Føroya Pedagogfelag heitir inniliga á landsstýriskvinnuna at taka hetta upp til nýggja støðutakan.

FØROYA PEDAGOGFELAG