Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðlum til Vestmanna Skúla

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðiligum stuðlum til næmingar við serligum tørvi í Vestmanna Skúla:

  • Søkt verður eftir námsfrøðingi í fast starv frá 1.august 2018. Starvið er 1056 árstímar (lønarbrot 0,58), 26 klokkutímar um vikuna
  • Søkt verður eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018-2019. Starvið er 1056 árstímar (lønarbrot 0,58), 26 klokkutímar um vikuna

Lønt eftir sáttmála millum Føroya  Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða  løntir í lønarflokki 11-20, 11-21 frá 1. oktobur 2018. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og fegin vil hava gott samstarv við leiðslu, lærarar, foreldur og næmingar.

Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. juni, kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at ringja til skúlastjóran á tlf. 230100, ella við at senda teldupost til: nomi.jacobsen@skulin.fo.