STARVSFÓLK TIL DAGSTOVNIN Í ØKSNAGERÐI (Endurlýsing)

Námsfrøðingar til serstovuna Bólið

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum til serstovuna Bólið í dagstovninum í Øksnagerði at arbeiða 30-35 tímar um vikuna frá 6. august 2018 ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Bólið er ein serstova til barnagarðsbørn, sum hava kontakt og samskiftis trupulleikar.

Arbeiði í Bólinum er væl skipað, vit nýta t.d. Boardmaker myndir, fyri at dagurin gerst meira týðiligur fyri børnini, og vit eru úti og spæla og ganga túrar hvønn dag.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir og vitan innan autismu.

Námsfrøðingur til barnagarðsstovu

Søkt verður eisini eftir einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna í barnagarðsstovu at byrja 6. august 2018 ella eftir nærri avtalu. Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

VIT KUNNU BJÓÐA:

Eitt áhugavert og týdningarmikið starv í einum dagstovni, har vit leggja stóran dent á at geva børnunum eitt trygt og mennandi umhvørvi at trívast og mennast í. Vit leggja dent á at arbeiða við viðurkennandi námsfrøði, rørslum, góðum relatiónum millum børn, foreldur og starvsfólk og “at fylgja sporinum hjá barninum”.

 VIT VÆNTA AT:
– tú ert fakliga væl fyri og dugir væl at samstarva og samskifta

–   tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

–   tú ert álítandi og megnar at taka ábyrgd og hevur gott yvirlit

–   tú ert tolin og nærverandi

–   tú vil vera við til at geva børnunum ein tryggan og mennandi gerandisdag

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast til Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, ella sum teldubræv til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mikudagin 30. mai 2018.

NÆRRI FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sóleyð Í. Hermansen, stovnsleiðara, telefon 219959 ella Kára Skýlindal, varaleiðara, telefon 278014.