Stuðulsstarv í Runavíkar kommunuskúla

Søkt verður eftir 1 námsfrøðiligum stuðli í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018/2019.

• Starvið er á 895 árstímar (lønarbrot 0,5)
Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum við serligum tørvi í flokkunum í innskúlingini.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum :
• undir ábyrgd leiðslunnar tekur lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vil menna seg sjálvan og skúlan
• dugir væl at samstarva og samskifta
• er hugað fyri toymisarbeiði

Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul.

Lønar- og setanartreytir.
Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla.
Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Námsfrøðiliga stuðulsstarvið er tíðaravmarkað sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar eru løntir í lønarflokki 11-20 (tó frá 1. oktober 2018 í lønarflokki 11-21) og hjálparfólk í 3-8. Arbeiðstíðin er millum kl. 7.50 – 15.10.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu sendast til Runavíkar kommunuskúla, postboks 138, 610 Saltangará ella til teldupostadressu: durita.joensen@skulin.fo. Umsóknirnar skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 18. juli 2018 kl. 12.00.

Meira fæst at vita um starvið. 237133 við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 217331 ella Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóra á tlf. 237133.
_____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 400 næmingar og um 58 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo