Stuðulsstørv í Runavíkar kommunuskúla

Søkt verður eftir 12 námsfrøðiligum stuðlum til skúlaárið 2018/2019.

• 5 størv á 895 árstímar (lønarbrot 0,509)

Av hesum eru 2 føst størv at seta frá 1. august 2018 og 3 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2018/19.Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum við serligum tørvi í flokkunum.

• 5 størv á 1320 árstímar (lønarbrot 0,75)

Av hesum eru 4 føst størv at seta frá 1. august 2018 og 1 tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018/19.

Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum við serligum tørvi í sertilboðnum. Komandi skúlaár verða 3 lærarar, 5 námsfrøðiligir stuðlar og 18 næmingar í sertilboðnum, ið verður skipað sum sjálvsstýrandi toymi.

• 2 størv í forskúlanum, Brúgvin á 950 árstímar (lønarbrot 0,54)

Hesi eru tíðaravmarkað størv skúlaárið 2018/19.
Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum við serligum tørvi.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði

Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul.

Lønar- og setanartreytir.
Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla.
Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Námsfrøðiligu stuðulsstørvini í forskúlanum eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingarnir eru løntir í lønarflokki 11-20 (tó frá 1. oktober 2018 í lønarflokki 11-21) og hjálparfólk í 3-8.

Námsfrøðiligu stuðulsstørvini í flokkunum og sertilboðnum eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingarnir eru løntir í lønarflokki 11-20 (tó frá 1. oktober 2018 í lønarflokki 11-21) og hjálparfólk í 3-8. Námsfrøðingar í sertilboðnum verða løntir í lønarflokki 13, 15, 17, 19 og 21.
Arbeiðstíðin er millum kl. 7.50 – 15.10.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 21. juni 2018 kl. 12.00

Meira fæst at vita um størvini í forskúlanum við at seta seg í samband við Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóra á tel. 237133. Og størvini í flokkunum og skúlatilboðnum við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331.
_____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 400 næmingar og um 58 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo