Stuðulsstørv í Skúlanum í Eysturkommunu

Námsfrøðilig stuðulsstørv lýst leys at søkja frá 1. august 2018:

Søkt verður eftir:
• 1 námsfrøðingi í fast starv frá 1. august 2018 við setanarbroti 0,5
• 2 námsfrøðingum í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2018-2019 við setanarbroti 0,5

Stuðlarnir verða knýttir at næmingum við serligum tørvi í grunddeildini, sum er í Leirvík, og miðdeildini, sum er í Gøtu.

Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, samstarvshugaðir, taka ábyrgd og síggja møguleikar.

Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul. Um eingin námsfrøðingur søkir, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv.

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðinum. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:00 og til næmingarnir fáa frí eftir døgurða, umframt fundir o.a., sum kunnu liggja seinni á degnum.

Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20 (frá 11-21 frá 1. oktober 2018). Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast sum PDF-fíla til sey@skulin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 22. juni kl. 12.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til: Skúlin í Eysturkommunu, Samognarbøur 4, 520 Leirvík.

Nærri fæst at vita um størvini hjá skúlastjóranum, Fríðfinni Johnsson, tlf. 730060.

 

Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serdeild.
Í Skúlanum í Eysturkommunu eru áleið 270 næmingar, 24 lærarar, 2 námsfrøðingar og 3 stuðlar.
Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo.