“Tvøri og Tvassa” til allar dagstovnarnar í landinum

Herfyri gav Steintór Rasmussen út barnabókina “Tvøri og Tvassa”.

Bókin verður lýst soleiðis:

Ein søga um ta umvendu verð, har flest allir leiklutir eru vendir á høvdið. Børnini klára  alt sjálv. Tey keypa inn, gera mat og ansa eftir foreldrunum.

Í Tvøra ogTvassalandi sært tú hús liggja á liðuni, bilar flóta á sjónum og bátar uppi í luftini. Men kortini líkist  gerandisdagurin okkara.

Tvøri og Tvassa er ein fitt og hugtakandi myndabók, sum er ætlað børnum í aldrinum 2 til 6 ár.

Nevndin í Føroya Pedagogfelag hevur avgjørt, at lata øllum dagstovnum í landinum eitt eintak av bókini, sum gáva frá felagnum. Herundir eisini fyriskipanir til børn undir Almannaverkinum.

Søguna og hugskotið eigur Steintór Rasmussen og tað er Eydna J. Steinberg, sum hevur myndprýtt nýggju bókina, sum Innskot gevur út. 

Bókin verður send stovnunum við Posta, í viku 19/20. Tey, sum ikki hava móttikið bókina síðst í mai , kunnu seta seg í samband við Pedagogfelagið.