Uppskot til nýggjan bygnað í Pedagogfelagnum

Nevndin hevur seinastu tíðina arbeitt við at gera liðugt eitt uppskot til hoyringar um ein nýggjan bygnað av Føroya Pedagogfelag.

Uppskotið til nýggjan bygnað byggir í høvuðsheitum á tað arbeiðið, sum bólkarnir løgdu fram fyri aðalfundinum í 2017, umframt greiningina av Føroya Pedagogfelag, sum Regin Berg hevur gjørt.

Bólkarnir arbeiddu við evnunum: Limarøkt, sjónliggerðan av fakinum, styrkja fakið, bygnaðin og arbeiðsumhvørvið.

Uppskotið til nýggjan bygnað verður komandi mánaðirnir lagt fram til hoyringar hjá limunum í felagnum.

Nevndin kemur út í økini at leggja fram, har tit limir so fáa høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum til uppskotið.

Tað hevur stóran týdning, at limir møta upp til hoyringsfundirnar at siga sína hugsan, soleiðis at tær broytingar, sum skulu leggjast fyri komandi aðalfund í 2019 eru umrøddar í limaskaranum.

Fyrsti hoyringsfundur verður í Suðuroy (Miðnámsskúlin í Hovi) mikudagin 3. oktobur kl. 19.00 (Bert limir hava atgongd)

Hinir fundirnir eru ásettir til at verða í:     

Klaksvík 09.10, 

Eysturoy 10.10, 

Sandoy 06.11, 

Streymoy 13.11 

Vágum 14.11. 

Tiltøkini verða lýst so hvørt á heimasíðuni, har tit eisini fáa høvi at melda tykkum til tiltakið. Meldið til tiltakið í Suðuroy HER!

Nevndin væntar sær at síggja nógvar limir til hoyringsfundirnar soleiðis‚ at tey uppskot til  lógarbroytingar sum verða gjørd‚ eru kend ímillum limirnar.

Minst til at seta kross í kalendaran!

Nevndin í Føroya Pedagogfelag.